Tíðindi: Hoyringssvar Ι 02. juli 2018
4 nýggjar kunngerðir, sum ein avleiðing av Manila sáttmálanum hjá IMO til hoyringar.

 

Sent Reiðarafelagnum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til fríggjadagin 29. juni 2018.

 

Kunngerð um endurnýggjan av grundleggjandi útbúgving í sjótrygd og eldsløkking umborð á skipi

 

Kunngerð um skeið í handfaring av bjargingarbátum, bjargingarflakum og MOB- bátum, burtursæð frá skjóttgangandi MOB- bátum

 

Kunngerð um skeið og skeið í endurnýggjan av brandleiðslu umborð á skipi

 

Kunngerð um skeið og skeið í endurnýggjan í handfaring av FRB-báti

 

 

Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur niðanfyri standandi viðmerkingar til uppskotini til kunngerðir.

 

Kunngerð um skeið og endurnýggingarskeið í at handfara skjóttgangandi bjargingarbát (FRB)

Áttu førleikakrøv til lærara at verið lýst meira ítøkiliga í §6? (GG! Í uppskotinum stendur §5 tvær ferðir)

 

Kunngerð um skeið í endurnýggjan av grundleggjandi útbúgving í sjótrygd og eldsløkking umborð á skipi

Í sambandi við ásetingini í §5 um, at m.a. reiðarí kunnu útskriva váttan til sjófólk, hevði verið viðkomandi at kannað hjá reiðaríunum, hvussu hetta verður gjørt í dag.

 

Kunngerð um skeið í at handfara bjargingarbátar, bjargingarflakar og MOB- bátar - undantikið FRB- bátar

Í §2 verður mælt til, at aldursmarkið í pkt. 1) og kravið um siglingartíð í  pkt. 2) verða strikað, í tann mun hetta ber til í mun til altjóða sáttmálar.

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi