Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 13. august 2018
Fakið handverk í framhaldsdeildina
Føroya Handverksmeistarafelag, Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hava sent áheitan til Landsstýriskvinnuna í Mentamálum, Rigmor Dam, um at seta á stovn fakið handverk í framhaldsdeildini.

Tað er ein sannroynd, at ov fá av okkara ungu velja sær eina yrkisútbúgving eftir fólkaskúlan. Føroya Handverkarafelag, Landsfelag Handverkaranna og Føroya Handverksmeistarafelag meta, at ein av høvuðsorsøkunum er manglandi atgongd til handaligt læringsháttalag. Efitr miðdeild eru ikki fleiri handalig tilboð at bjóða ungdóminum. Síðani ganga næmingarnir í framhaldsdeild í trý ár uttan at nýta hendurnar sum part av innlæringini, og tí er tað nátturligt at hugsa, at ungdómurin ikki kennir seg tryggan við handaliga frálæru.

 

Umframt týdningin av, at fleiri fara í læru, er eisini sera týdningarmikið, at tey, sum ikki fara í læru, hava nakrar grundleggjandi førleikar í hondunum. Neyðugt er, at ungdómurin gerst kreativur og sjálvshjálpin; eisini tá tað snýr seg um at skifta hjól á bilinum, heingja ein lampu upp ella seta eina hyll upp í vatur.

 

Handverk er sostatt ein sera týdningarmikil partur av menningini hjá tí einstaka og fyri samfelagið, og tí eigur handverk eisini at vera kravt fak í framhaldsdeildini. Haraftuat eru fortreytirnar fyri at at seta fakið handverk á stovn í framhaldsdeildini eru longu til staðar, bæði viðvíkjandi undirvísingarførleikum og útgerð.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi