Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. august 2018
Tiltakið um innflutningsmøguleikar úr EABS flutt til 24. august

 

Í sambandi við, at Tatyana Volavaya, ráðharri úr kommissiónini fyri eur-asiatisku búskaparsamgonguni (EABS), vitjar í Føroyum, verður skipað fyri innflutningstiltaki í Vinnuhúsinum, har Tatyana fer at greiða frá um møguleikarnar fyri at innflyta úr EABS. Limalondini í EABS eru Russland, Hvítarussland, Armenia, Kasakstan og Kirgisia.

 

Orsakað av broytingum í ferðaætlanini hjá umboðunum fyri EABS er tiltakið nú flutt til fríggjadagin 24. august kl. 14.00.

 

Áhugaði kunnu tekna seg til tiltakið við at senda ein teldupost til industry@industry.fo 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi