Tíðindi: Hoyringssvar Ι 17. september 2018
Løgtingslóg um almannatrygd og vælferð (vælferðarlógin) við fleiri til hoyringar

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til  fríggjadagin 14. september kl. 12.

 

Uppskot til løgtingslóg um almannatrygd og vælferð

 

Uppskot til løgtingslóg um tvingsil og onnur inntriv í sjálvsavgerðarrættin

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heimatænastu og eldrarøkt v.m.

 

-  Javntekstur til ll. um br í ll um eldrarøkt heimatænastu v.m.

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnavernd

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kærunevnd í almanna- og heilsumálum

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

Víst verður til hjáløgdu lógaruppskot, sum vóru send okkum til hoyringar 23. juli í ár.

 

Viðvíkjandi uppskotinum til vælferðarlóg fara vit at vísa á, at Føroya Arbeiðsgevarafelag longu í Vinnusjónarmiðum felagsins frá 2011 vísti á, at almennar uppgávur í størri mun eiga at verða lagdar til privatar veitarar. Tí fara vit serliga at taka fram broytingina, sum liggur í § 67 í vælferðarlógini, og sum skapar heimild fyri, at avtalur um tænastur nú eisini kunnu verða gjørdar við privatar veitarar. Sum lagt verður upp til í viðmerkingunum til uppskotið, verður møguleikin at keypa tænastu frá privatum veitara ein eykað trygd hjá brúkarunum fyri at fáa neyðugar veitingar, og hetta fer at gera skipanina meira liðiliga. Harafturat meta vit, at hetta eisini fer at skapa møguleika fyri búskaparliga skilabetri loysnum. Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur tí sjálvsagt undir við hesi broytingini.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki aðrar viðmerkingar til lógaruppskotini.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi