Tíðindi: Hoyringssvar Ι 04. september 2018
Arbeiðsskaðatryggingarlógin til hoyringar (Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til hósdagin 6. september.

 

Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) (Uppgávurnar hjá Føroya Vanlukkutryggingarráði verða lagdar til Arbeiðs- og brunaeftirlitið at umsita)  til hoyringar.

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Víst verður til teldubræv tykkara 9. august 2018, har uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um trygging móti avleiðingum av arbeiðsskaða (arbeiðsskaðatryggingarlógin) verður sent til hoyringar.

 

Við broytingini verður Føroya Vanlukkutryggingarráð avtikið, og virksemið lagt undir Arbeiðs- og brunaeftirlitið.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki viðmerkingar til tær broytingar, sum eru sendar til hoyringar. Tvørturímóti metir felagið, at tað er ein fyrimunur at minka um umsitingarligu mannagongdirnar, og at hesar broytingar fara at lætta um hjá vinnuni.

 

Nú broytingar í arbeiðsskaðatryggingarlógini verða gjørdar, mælir Føroya Arbeiðsgevarafelag harafturat til, at eisini ásetingarnar í kapittul 10 verða broyttar. Mælt verður til at broyta §46 nakað soleiðis:

 

Kapittul 10

Dagpeningur vegna sjúku / løn undir sjúku aftan á arbeiðsskaða

§ 46. Dagpeningur vegna sjúku aftan á arbeiðsskaða ella vinnusjúku, sbr. § 10, stk. 1, verður umsitin og útgoldin av Almannastovuni sambært vanligu reglunum í dagpeningalógini.

 

Stk. 2. Verður ein vinnusjúku- ella arbeiðsskaðatilburður, sum er fráboðaður Almannastovuni sambært dagpeningalógini ella Lønjavningargrunninum sambært løgtingslógini um sjúkratrygd fiskimanna, ella har arbeiðsgevari hevur útgoldið løn undir sjúku, seinni viðurkendur sum arbeiðsskaði ella vinnusjúka sambært hesi lóg, verður útgjaldingin av dagpeningaveitingini ella løn undir sjúku endurgoldin av tryggingarfelagnum ella landinum, sbr. § 21, stk 7[1]stk. 4, ella Vinnusjúkugrunninum fyri alt sjúkutíðarskeiðið, har tilburðurin er tryggjaður.

 

Orsøkin til hetta okkara uppskot er, at sum lógin nú er sett saman, verða einans dagpengar endurgoldnir, tá sjúkufrávera verður staðfest at vera orsakað av arbeiðsskaða ella vinnusjúku. Løn undir sjúku verður ikki endurgoldin.

 

 

Nógvir løntakarar hava ikki rætt til dagpengar, men hava ístaðin rætt til løn undir sjúku beinleiðis frá arbeiðsgevarinum, sum hendavegin átekur sær eina munandi sosialu skyldu. Hetta eigur tó ikki at merkja, at hesa útreiðslur arbeiðsgevarans skulu metast øðrvísi enn útreiðslur hjá Almannaverkinum, tá tað er talan um endurgjald úr eini tryggingarskipan, sum er áløgd arbeiðsgevarum.

 

Hetta er tí ein skeivleiki í lógini, sum avgjørt eigur at verða rættaður. Løn undir sjúku eigur ikki at vera stillað øðrvísi enn dagpengar, tá talan er um endurgjald sambært Arbeiðsskaðatryggingarlógini.

 

 

 

[1] Verandi tilvísing í §46, stk. 2 er skeiv. Hon er ikki vorðin rættað, tá lógin varð broytt í 2015. Her eigur at verið víst til §21, stk. 7, ikki §21, stk. 4.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi