Tíðindi: Hoyringssvar Ι 11. september 2018
Til ummælis: broyting í løgtingslóg um náttúrufriðing, broyting í løgtingslóg um kærunevnd í lendismálum og broyting í løgtingslóg um umhvørvisvernd

 

Sent Vinnuhúsinum til hoyringar. Hoyringsfreistin er sett til týsdagin 11. september.

 

Uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing

 

Uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum

 

Uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd

 

Tey trý broytingaruppskotini hanga í stóran mun saman við uppskotinum til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í tí føroysku náttúruni, sum varð send til hoyringar tann 6. apríl 2018.

 

 

Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Viðm. til uppskot til ll um náttúrufriðing, kærunevnd og umhvørvisvernd­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­­

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag takkar fyri høvi at ummæla uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 48 frá 9. juli 1970 um náttúrufriðing, uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 110 frá 13. desember 2006 um kærunevnd í lendismálum og uppskot til broyting í løgtingslóg nr. 134 frá 29. oktober 1988 um umhvørvisvernd.

 

Tey trý uppskotini til broytingar í lóggávuni nevnd omanfyri, hanga í stóran mun saman við uppskotinum til løgtingslóg um fyrisiting av margfeldinum í føroysku náttúruni, sum varð til hoyringar herfyri og eru konsekvensir av um lógaruppskotið um fyrisiting av margfeldinum í náttúruni verður samtykt.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ongar viðmerkingar til uppskot til broytingar í hesum lógum, men vil vísa aftur á tær viðmerkingar, sum eru givnar til náttúrumargfeldislógina frá feløgum í Vinnuhúsinum.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi