Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 27. august 2018
Eisini donskum arbeiðsgevarum tørvar arbeiðsmegi
DI ger nú vart við, at hetta gongur út yvir samfelagsvøksturin

 

Í oddagrein í DI Business í dag vísir stjórin í Dansk Industri, Karsten Dybvad, á, at valið nú er millum vøkstur heima ella vøkstur úti.

 

Eins og hjá føroyskum arbeiðsgevarum er ein hin størsta avbjóðingin hjá limunum í DI trupulleikin at skaffa nóg nógv starvsfólk við røttu førleikunum. Tørvurin á arbeiðsmegi trýstur fleiri og fleiri fyritøkur at velja millum at siga nei til ordrar – og harvið vinning – ella at gera uppgávurnar í útlandinum, men tá er eingin vinningur til danska samfelagið.

 

Fyritøkurnar velja sjálvar, um tær loysa trupulleikan við at flyta virksemið til útlandið. Men sum samfelag mugu vit velja, um vit ynskja lut í vøkstrinum hjá fyritøkunum ella ikki, sigur Karsten Dybvad.

Stjórin í DI vísir í oddagreinini á, at fyritøkurnar sjálvsagt hava eina ábyrgd í mun til at at fáa ung og arbeiðsleys í vinnu, men at tað hevur týdning, at treytirnar og skipanirnar kring hetta eru lagaðar til tørvin. Hann nevnir millum annað, at tað hevur týdning at fáa tey ungu við. Fleiri ung skulu fáa sær eina yrkisútbúgving sum fyrsta val, og at hetta krevur dialog við skúlar, foreldur og tey ungu.

 

Tað hevur harafturat týdning at hava atgongd til útlendska arbeiðsmegi. Karten Dybvad leggur dent á, at talið av arbeiðsplássum í Danmark ikki er avmarkað. Heldur er tað hinvegin soleiðis, at fleiri útlendsk starvsfólk kunnu gera, at uppaftur fleiri danir fáa starv. Tí tað kunnu vera nøkur fá lyklastarvsfólk, sum gera munin millum, um ein heil deild skal liggja í Danmark ella uttanlands. Og útlendskir starvsfelagar trýsta heldur ikki lønina, men teir kunnu vera við til at tryggja, at búskapurin ikki verður ovhitaður.

 

Støðan í Føroyum er ikki ólík tí støðu, sum stjórin í Dansk Industri vísir á. Eisini her er tørvurin á arbeiðsmegi ónøktaður, og tað kemur meira enn so fyri, at fyritøkur ikki átaka sær uppgávur, sum tær annars høvdu verið væl førar fyri at loyst.

 

Til ber at lesa oddagreinina á DI Business her.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi