Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 10. september 2018
2/3 av plássunum til Vinnudagin 2018 longu farin
Undirtøkan til Vinnudagin 2018 er góð, og hetta sæst aftur í tilmeldingunum til dagin. Av teimum gott 400 plássunum, sum Høllin í Norðurlandahúsinum hevur, eru 2/3 longu farin.

 

Tað er nærum fult teknað til veitsluna, so nú er at skunda sær at melda til. Í ár verður veitslan hildin í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn. Hetta verður fyrsta veitsla av sínum slag í prýðiligu hølunum í Sjóvinnuhúsinum.

 

Vinnudagurin 2018 verður fríggjadagin 28. september, og freistin at melda til er mikudagin 26. september.

 

Les meira um Vinnudagin.

 

Melda til Vinnudagin her.

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi