Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. september 2018
Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe á Vinnudegnum
“Eitt lúsa ruskílat - frá hype til handilsmenning” er heiti á fyrilestrinum, sum íverksetin og stjórin í DropBucket hevur á Vinnudegnum í komandi viku.

 

Heiða Gunnarsdóttir Nolsøe gjørdist kend í Føroyum í 2012, tá hon og ein lestrarfelagið uppfunnu DropBucket. Skjótt varð greitt, at DropBucket var ein vøra, sum varð eftirspurd, og tær vunnu fleiri prísir innan íverksetan og sniðgeving.

 

Á Vinnudegnum fer Heiða at tosa um vørumenning og innovatión, og hvørja ávirkan tað hevði á teirra fyritøku at vinna RedDot Design Award, sum er heimsins fínasti heiður fyri sniðgeving. Somuleiðis snýr fyrilesturin seg um týdningin av at verja egið snið og um teirra umfatandi rættarmál ímóti handilsketuni Bones. Um handilsmenning, at økja virksemið í einari lítlari fyritøku og at víðka virksemi til onnur lond.

 

Melda til Vinnudagin her.

 

Skrá - Vinnudagin 2018.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi