Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 19. september 2018
Vinnudagurin 2018: Tá innovatión gongur hond í hond við umhvørvið
Vinnari av norðurlendskari umhvørvisvirðisløn á Vinnudegnum.

 

Jonne Hellgren er ein av stovnarunum og stjóri í finsku fyritøkuni RePack. RePack er einasta fyritøka av sínum slagi, sum selur burðardyggar pakkaloysnir til e-handil. Kundin bíleggur sum vant á netinum, men tá pakkin verður sendir við RePack innpakningi, ber lættliga til en senda innpakningin aftur til avsendaran, sum tá kann endurnýta innpakningin. Henda loysn verjir umhvørvið og er samstundis bíligari fyri kundan.


RePack hevur vunnið fleiri viðurkenningar, millum teirra er norðurlendska umhvørvisvirðislønin í 2017.

 

Á Vinnudegnum greiðir Jonne frá, hvørjar avbjóðingar vit hava í brúkarasamfelagnum, nú alsamt fleiri vørur verða keyptar á netinum. Eisini greiðir hann frá, hvussu nýggj hugskot kunnu hjálpa kundanum, samstundis sum hædd verður tikið fyri byrðardyggari menning.

 

Melda til Vinnudagin her.

 

Skrá - Vinnudagin 2018.

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi