Tíðindi: Arbeiðsmarknaður Ι 24. september 2018
Vegleiðing frá javnstøðunevndini um orðing av starvslýsingum
Í javnstøðulógini er ásett, at tað ikki er loyvt arbeiðsgevara at lýsa eftir starvsfólki, har tað á nakran hátt bendir á, at annað kynið hevur fyrimun, uttan so at starvið er treytaleyst kynsbundið.

 

Javnstøðunevndin hevur nú gjørt vegleiðing um hesa áseting í javnstøðulógini, og góð ráð annars til orðing av starvslýsingum. M.a. vísir javnstøðunevndin á, at orða- og myndavalið í starvslýsingum kann halda umsøkjarum av ávísum kyni frá at søkja eitt starv. Hetta kann føra til, at væl skikkaðir umsøkjarar halda seg aftur frá at søkja eitt starv, sum er lýst leyst.

 

Eisini eru í vegleiðingini ítøkilig dømi um orðing av starvsheitum v.m., og hvussu farast skal fram, um tað ikki ber til at finna eitt kynsneutralt starvsheiti.

 

Meira kann lesast í vegleiðingini frá javnstøðunevndini her: https://www.javnstoda.fo/vegleiding-til-arbeidsgevarar

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi