Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 24. september 2018
Nýtt skeið – Vegurin sum arbeiðspláss
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan bjóðar aftur skeiðið ”Vegurin sum arbeiðspláss”. Skeiðið verður hildið 19. og 20. november í Tórshavn.

 

Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest í Danmark, á Hotel Tórshavn mánadagin 19. og týsdagin 20. november. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir Føroya Arbeiðsgevarafelag og undirfeløgum tess skeiðið fyri 3.295 kr. Pláss er fyri 22 luttakarum.

 

Melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:

 

Navn

Føðingardag

Teldupost

Fyritøku

 

Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan.

 

Les meira um Vitan her.

 

 

 

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi