Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 28. september 2018
Góð undirtøka fyri Vinnudegnum 2018
Tá Vinnudagurin 2018 í dag fer av bakkastokki, verður Norðurlandahúsið nærum fullsett av føroyskum vinnulívsfólki og øðrum, sum hava við vinnuna at gera.

 

Norðurlandahúsið ger vart við, at bert fá parkeringspláss eru við sjálvt Norðurlandahúsið, og heitt verður tí á luttakararnar at seta bilarnar á øðrum parkeringsøkjum nærhendis.

 

Hetta er 19. ferð, at Føroya Arbeiðsgevarafelag skipar fyri Vinnudegnum, har fjølbroyttir fyrilestrar umfrat handan av Ársins Virki og Ársins Átak eru á skránni.

 

Les annars meira um Vinnudagin 2018 her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi