Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 03. oktober 2018
Handverkarasáttmálin longdur í eina viku
Semingsmaðurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg.

Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Handverksmeistarafelag øðrumegin og Føroya Handverkarafelag og Landsfelag Handverkaranna hinumegin funnu ikki semju um nýggjan sáttmála.

 

Sáttmálin gekk út 1. oktober, men sáttmálin var longdur til í kvøld á midnátt, tí samráðingarnar hava hildið fram. Men nú staðfestu partarnir, at ikki komst longur í samráðingunum.

 

Eftir at hava tosað við partarnar hevur semingsmaðurin longt sáttmálan í 7 dagar.

 

Ein møguligur arbeiðssteðgur skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum og kann ikki fráboðast, fyrrenn sáttmálarnir eru farnir úr gildi, og semingsstovnurin er givin við semingsroyndum sínum.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi