Tíðindi: Handverk og ídnaður Ι 08. oktober 2018
Nýtt skeið – Vegurin sum arbeiðspláss
Eftirútbúgvingargrunnurin Vitan bjóðar enn eitt ”Vegurin sum arbeiðspláss” skeið. Skeiðið verður 3. og 4. desember í Tórshavn.

 

“Vegurin sum arbeiðspláss” skeiðið, sum verður 19. og 20. november, er longu fullteknað. Tí verður skipað fyri enn einum skeiði tann 3. og 4. desember.

 

Skeiðið verður hildið av EUC Nordvest á Hotel Tórshavn mánadagin 3. og týsdagin 4. desember. Kostnaðurin er 3.995 kr. Tó fáa limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Føroya Arbeiðsgevarafelag skeiðið fyri 3.295 kr. – 8 pláss eru eftir.

 

Melda til á industry@industry.fo við at upplýsa á skeiðsluttakara:

 

Navn

Føðingardag

Teldupost

Fyritøku

 

Er skeiðsluttakari limur í Føroya Handverkarafelag ella Landsfelag Handverkaranna og í starvi hjá limi í Føroya Handverksmeistarafelag, hevur skeiðsluttakarin rætt til stuðul úr Eftirútbúgvingargrunninum Vitan. 

 

Les meir um Vitan her.

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi