Tíðindi: KT- og Samskifti Ι 08. oktober 2018
KT-útbúgvingar á breddan
Mikudagin í farnu viku skipaði KT-felagið fyri heimleiðistiltaki um KT-útbúgvingar.

 

KT-fyritøkur eru allar grundaðar á væl útbúgvið fólk. Tí hevur tað fyri KT-felagið alstóran týdning at varpa ljós á KT-úbúgving. Í hesum sambandi skipaði KT-felagið fyri heimleiðistiltaki fyri limum sínum mikudagin í farnu viku. Á skránni vóru KT-útbúgving á Glasi og KT-verkfrøði útbúgvingin á Fróðskaparsetri Føroya.

 

Bogi Bech Jensen, stjóri á Glasi, legði fyri við at greiða frá um KT í miðnámsútbúgvingunum og um møguleikar fyri styttri KT útbúgvingum. Síðani greiddi Hannis Gislason, útbúgvingarleiðari fyri KT-útbúgvingunum á Fróðskaparsetri Føroya, frá um KT-verkfrøði útbúgvingina og um ætlanir teirra eisini at bjóða master í KT-verkfrøði.

 

Tiltakið var væl vitja og gott kjak stóðst burturúr. Føroyska KT-vinnan er longu væl fyri og stendur støðugt í menning, tó at tað er ein avbjóðing at seta fólk við. Men nógv spennandi tikist vera fyri framman á KT-útbúgvingarøkinum, sum gevur góðar vónir um, at fleiri fara at taka sær KT-útbúgving í nærmastu framtíð.

 

 

 

Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi