|
Um Føroya Arbeiðsgevarafelag og uppgávurnar
Føroya Arbeiðsgevarafelag er meginfelag fyri føroyskar arbeiðsgevarar.
Endamálið við Føroya Arbeiðsgevarafelag er at standa fyri sáttmálasamráðingum við løntakarafeløgini. Umframt hetta er endamálið m.a. eisini at gera sína ávirkan galdandi á arbeiðsmarknaðar- og vinnulóggávu og annars í øllum sínum virki at fremja áhugamál hjá arbeiðsgevarum.
Føroya Arbeiðsgevarafelag varðar av 25 ymiskum sáttmálum á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Hesir sáttmálar fevna um meginpartin av privata arbeiðsmarknaðinum á landi.
Í Føroya Arbeiðsgevarafelag eru tilsamans 484 limir. Harav 186 eru beinleiðis limir í felagnum og 298 limir via arbeiðsgevarasamskipaninar: Føroya Handverksmeistarafelag, Arbeiðsgevarafelagið hjá Fíggjarstovnum, Føroya Prentsmiðjufelag, Reiðarafelagið fyri Farmaskip.
Føroya Arbeiðsgevarafelag stimbrar sínum limum at taka seg saman í vinnugreinafeløg. Hetta verður gjørt fyri, at vinnugreinar skulu kunnu megna at hava greiðari profil og ávirkan á teirra vinnuøki.
Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur fyri og myndar raksturin av Vinnuhúsinum, har eisini skrivstova hjá felagnum er.
Sum meginfelag fyri vinnuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:
- Politisk ávirkan: Vinnunnar vegna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuni. Arbeiðsgevarafelagini eru umboðað í nógvum ymiskum stýrum, nevndum og ráðum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara, og gera her sína ávirkan galdandi, so vinnusjónarmið vinna frama. Hettar tryggjar limum okkara, at tað eisini framyvir gerst liviligt fyri fólkið við fyritakssemi og hugskotum. Felagið ger sostatt alt fyri at ávirka skipanir, sum eru viðkomandi fyri vinnuna.
- Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, ið tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.
- Kunning: Arbeiðsgevarafelagið veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið, bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar.
- Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á hesum økjum: Starvsfólkaviðurskiftir og leiðsla, sáttmálar, lógir og reglugerðir á vinnuøkinum. Harumfram virkar umsitingin í Vinnuhúsinum sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum, partvíst gjøgnum samstarv okkara við vinnufeløg í grannalondunum og partvíst, tí at útlendsk feløg, sum vilja samstarva við føroyska vinnu, venda sær til felagið. Felagið skipar eisini fyri kunningartiltøkum o.l. fyri limunum. Hetta snýr seg í mestan mun um broytingar í lóggávu o.l.
- Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Føroya Arbeiðsgevarafelag nýtir Vinnuhúsið sum miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti, og har verða bond knýtt millum leiðarar í privatu vinnunu - eisini tá Vinnuhúsið er karmur um vitjanir uttaneftir. Arbeiðsgevarafelagið setur eisini eftir tørvi arbeiðsbólkar at greina mál og stevnur fyri føroyska vinnu - mál og stevnur, sum ofta gerast hornasteinar í almenna vinnupolitikkinum.
|