|
Gistingarhús- og Matstovufelag FøroyaEndamálið hjá felagnum er, at savna øll góðkend hotel, matstovur, gistingarhús, sjómansheim, vallaraheim og líknandi støð, í vinnufelag.
Av málum, sum felagið arbeiðir við eru:
- at ferðamaðurin í Føroyum fær somu sømdir og tænastur á støði, sum ferðamannavinnan veitir honum í øðrum londum.
- í felagsskapi best møguliga, at lýsa limanna støðu í málum, sum viðvíkja ferðavinnuni. Fylgja við í lógararbeiði og samráðast við mynduleikar og stovnar, har hetta er neyðugt.
- at umboða limirnar heima og í útlondum.
- at virka fyri, at fólk í vinnu limanna fáa holla útbúgving.
- at geva limunum best møguligt innlit í viðurskifti, sum hava týðning fyri vinnuna.
- at gera vart við tann stóra búskaparliga týdning vinnan hevur fyri Føroyar.
Samband: Egon Joensen |
|
|
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |
 |