Havbúnaðarfelagið er vinnufelag fyri føroyskar alarar.
Á hvørjum árið gevur Havbúnaðarfelagið út eina ársfrágreiðing, sum lýsir gongdina í alivinnuni og hvørji mál felagið hevur arbeitt við undanfarna ár.
Endamál felagsins
Endamálið hjá Havbúnaðarfelaganum er at savna allar føroyskar alarar til at útinna felags áhugamál og at verja áhugamál limanna. Hetta verður gjørt m.a. við :
· Politiska ávirkan: At ávirka tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting o.o. seta í verk, soleiðis at hesar tæna alivinnuni.
· Umboða vinnuna: Umboða felags áhugamál hjá vinnuni yvirfyri ymiskum myndugleikum o.ø., herundir umhvørvis-, heilsumyndugleikunum, arbeiðseftirlitinum o.ø.
· Verkætlanir og kanningar: Seta í verk arbeiðir og kanningar sum kunnu hækka støði innan alingina, t.d. fyribyrgja fiskasjúkum og útbreiðslu av smittu, og fáa hesa vitan út til limirnar í felagnum.
· Samstarv við útlendska vinnu: Samstarv við líknandi útlendsk áhugafeløg og saman við teimum vera við til at ávirka alivinnuni til frama. Havbúnaðarfelagið er limur í altjóða vinnufelag: Federation of European Aquaculture Producers (www.feap.org)
· Hagtøl: Felagið innsavnar hagtøl fyri slátur av laksi, støddarbýti og góðskuflokking. Tølini verða løgd á heimasíðuna regluliga.
· Gransking og útbúgving: Vera við til at seta granskingarverkætlaninir í gongd, sum limir í felagnum hava áhugað í. Harumframt saman við øðrum at vera við at tillaga útbúgvingartilboð til millumleiðarar og arbeiðsfólk í vinnuni. Somuleiðis at skipa fyri tiltøkum og skeiðum sum hækka førleikan hjá alivinnuni.
Samband: Stefan í Skorini
