Login:
  
Kunning & vegleiðing Limaskapur & fyrimunir Sáttmálar & lønir Feløg & vinnufeløg Um Vinnuhúsið Vit meina

Føroya Keypmannafelag

 

Føroya Keypmannafelag hevur til endamáls at savna føroyskar keypmenn í ein felagsskap, sum í høvuðsheitum miðar ímóti:
 
  • at fremja og styrkja áhugamál hjá keypmonnum og við samanhaldi og hollleika at varðveita felagsgagn keypmanna, herundir løn og arbeiðsviðurskifti
  • at røkja áhugamál keypmanna í viðurskiftum við almennu vøld
  • at virka fyri fatan av fyrisetningi og sjónarmiðum við skeiðum og øðrum upplýsandi arbeiði og
  • at fyriskripa, at boð frá nevndini ella aðalfundunum , eins og lønar- og arbeiðsviðurskifti – fyriskipað av felagnum-, verða fylgd í øllum lutum
 
Limir í felagnum kunnu gerast keypmenn og handilsfeløg, herundir partafeløg, lutafeløg ella kompaniskapur, sum reka handil ella líknandi virksemi og hava fasta sølubúð ella skrivstovu í Føroyum. Skrivstova felagsins er Vinnuhúsið.
 

 

 

 

 

VINNUHÚSIÐ | Smærugøta 9A | Postboks 1038 | FO-110 Tórshavn | Tel: +298 30 99 00 | Fax: +298 30 99 01 | industry@industry.fo