Login:
  
Kunning & vegleiðing Limaskapur & fyrimunir Sáttmálar & lønir Feløg & vinnufeløg Um Vinnuhúsið Vit meina
 

Um KT-felagið

KT-felagið er eitt virkið felag, sum seinastu árini hevur lagt stóran dent á at arbeiða við yvirskipaðu kørmunum hjá vinnuni. í 2007 lat felagið gera eina strategi fyri føroyska KT-vinnu, har vinnan og vinnukarmar vóru lýst, umframt at tilmælir vóru gjørd um týdningin av:  
 
  • At útbúgvingar innan KT verða bjóðaðar út í Føroyum
  • At almenna innkeypsskipanin tryggjar at føroysk KT-vinna altíð fær høvi at bjóða seg fram
  • At umhugsað verður at seta ekspertskipan á stovn í Føroyum, soleiðis at vinnan lættari fær hendur á útlendingum við góðum førleikum.
 
Endamál felagsins er at savna allar KT- og fjarskiftisfyritøkur at útinna felags áhugamál soleiðis at KT-vinnan gerst týðandi táttur í føroyska búskapinum, kend fyri sína dygd.
Felagið skipar eisini fyri skeiðum, kunningardøgum og KT-stevnu.
 
 
Samband: Gordon Rajani
 

 

 

 

 

 

VINNUHÚSIÐ | Smærugøta 9A | Postboks 1038 | FO-110 Tórshavn | Tel: +298 30 99 00 | Fax: +298 30 99 01 | industry@industry.fo