Við á fundinum verður Grace He, ið er Commercial Officer á danska útflutningsráðnum í Beijing. Hon fer at greiða frá, hvørjar tænastur Útflutningsráðið veitir, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu brúka Útflutningsráðið, og hvørjar møguleikar føroyskar fyritøkur hava fyri at selja vørur í Kina. Luttakararnir fáa eisini høvi at seta spurningar. Grace He er við í kinesiska ferðalagnum, sum hevur verið í Føroyum seinastu dagarnar at kunna seg serliga um føroyska alivinnu. Hon arbeiðir hjá Útflutningsráðnum á donsku sendistovuni í Beijing, har hon fæst við matvørur, landbúnað og fiskivinnu. Tiltakið er ætlað fyritøkum, ið hava áhuga fyri kinesiska marknaðinum. Fundurin verður í Vinnuhúsinum í Smærugøtu 9a. Tilmelding fer fram á
industry@industry.fo. Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 19. juni kl. 16.
