• International Edition
  • Sitemap
  • Samband
Login:
  • Vegleiðingar o.a.
  • Limaskapur
  • Sáttmálar & lønir
  • Feløg & vinnufeløg
  • Um Vinnuhúsið
  • Vit meina
  • Top Menu
Tíðindi
  • Arbeiðsmarknaður
  • Útflutningur og marknaðarviðurskiftir
  • Útbúgving, gransking og menning
  • Handverk og ídnaður
  • Fiskivinna
  • Virkisleiðsla
  • Olja
  • Almenn tíðindi
  • Alivinna
  • Vís áskoðan
  • ALLAR GREINAR
Tíðindi
Tíðindi: Alivinna Ι 25. juni 2012
Føroyar vísa vegin
Fiskeribladet Fiskaren hevur í farnu viku eina greinarøð um føroyska alivinnu við heitinum "Fæøyene viser vei".

 

Greinarøðin staðfestir, at sjúkufyribyrgingin í Føroyum er betri enn tann í Noregi, og føroyskir alarar hava minni felli í sínum alibrúkum. Fyri tíggju árum síðani var støðan júst tann øvugta, tá norskir alarar høvdu betri úrslit enn føroyskir. Síðani hevur føroyska alivinnan fingið eina nýggja skipan, sum hevur givið føroyskum alarum munandi betri úrslit, og Føroyar hava lagt Noreg afturum seg við sjeymílafetum, skrivar Fiskaren.

Fyri sløkum tíggju árum síðani fingu Føroyar eina nýggja skipan, har Føroyar vórðu býttar upp í øki við minst fimm kilometrum millum hvørt alibrúk, vit hava brakklegging og strangar reglur fyri flutningi av fiski og útgerð til og frá alibrúkum. Hetta er grundarlagið undir teimum góðu úrslitum, ið alivinnan hevur havt seinastu árini.

Fiskaren skrivar, at eisini í stríðnum ímóti lús hava føroyingar funnið loysnir, sum norðmenn nú læra av. Til dømis koyra føroyskir alarar heila presending rundan um nótirnar, tá teir avlúsa við hydrogenperoxid, soleiðis at teir sleppa undan at flyta fiskin úr ringinum. Norðmenn hava hinvegin verið vanir at taka fiskin úr ringinum í ein brunnbát, tá hann skal avlúsast við hydrogenperoxid. Fyrimunurin er, at alarar sleppa undan at pumpa og flyta fiskin, sum kann elva til størri felli.

Tað er annars gleðiligt at síggja, at føroysk alivinna fær rós í norskum fjølmiðlum fyri at hava eina skilagóða og effektiva sjúkufyribyrging, sum er grundarlag undir teimum góðu úrslitum alivinnan hevur havt seinastu árini.

Aftur
Fleiri tíðindi
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi
  • Tíðindi: Alivinna Ι 21. mai 2013
    Nýggjur nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum
  • Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 21. mai 2013
    Stovna íverksetarafelag við einari krónu í byrjanarkapitali
  • Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. mai 2013
    Nýskipan av skattaskipanini, arbeiðsmarknaðurin og fólkavøkstur
  • Tíðindi: Vís Áskoðan Ι 16. mai 2013
    Samskifti ávarar ímóti "ókeypis" faldarum
  • Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mai 2013
    Peningastovnarnir økja um netbankatrygdina
  • Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. mai 2013
    Samskipari til Vinnuhúsið
  • Tíðindi: Alivinna Ι 13. mai 2013
    Norska stjórnin arbeiðir við broytingum í eigaraavmarkingum
  • Tíðindi: Útbúgving, gransking og menning Ι 13. mai 2013
    Húgvan gevur falskan tryggleika
Næstu tíðindi ›

Smærugøta 9A     |     Postboks 1038     |     FO-110 Tórshavn     |     Tel: +298 30 99 00     |     Fax: +298 30 99 01     |     industry@industry.fo