Hon greiddi frá, at danska Handilsráðið kann ráðgeva fyritøkum, ið ætla sær at fáa fótin fastan á kinesiska marknaðinum, og at Handilsráðið m.a. hevði hjálpt Royal Greenland við at fáa samband við møguligar keyparar í Kina. Hon greiddi eisini frá, at 1. mai komandi ár skulu øll virki og skip verða skrásett á einum lista fyri at útflyta vørur til Kina. Hon mælti tí øllum útflytarum til at seta seg í samband við Heilsufrøðiligu Starvsstovuna í Føroyum fyri at skráseta seg á hesum listanum. Hon metti, tað var best at skráseta seg beinanvegin, tí at aftaná 1. mai kundi tað gerast meira trupult at sleppa á listan. Eini 25 fólk vóru við á fundinum, ið vardi ein tíma.Grace He, ið arbeiðir hjá danska Handilsráðnum (Trade Council) á donsku sendistovuni í Beijing, greiddi frá, hvussu føroyskar fyritøkur kunnu nýta danska útflutningsráðið.
Tíðindi: Útflutningur og marknaðarviðurskiftir Ι 25. juni 2012
Útflytarar fingu ráð um Kina
Mikudagin 20. juni skipaði Vinnuhúsið fyri kunnandi fundi fyri útflytarum, ið hava áhuga fyri kinesiska marknaðinum.
Fleiri tíðindi í hesum bólki
Fleiri tíðindi
-
Tíðindi: Alivinna Ι 21. mai 2013Nýggjur nevndarlimur í Havbúnaðarfelagnum
-
Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 21. mai 2013Stovna íverksetarafelag við einari krónu í byrjanarkapitali
-
Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 17. mai 2013Nýskipan av skattaskipanini, arbeiðsmarknaðurin og fólkavøkstur
-
Tíðindi: Vís Áskoðan Ι 16. mai 2013Samskifti ávarar ímóti "ókeypis" faldarum
-
Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 16. mai 2013Peningastovnarnir økja um netbankatrygdina
-
Tíðindi: Almenn tíðindi Ι 13. mai 2013Samskipari til Vinnuhúsið
-
Tíðindi: Alivinna Ι 13. mai 2013Norska stjórnin arbeiðir við broytingum í eigaraavmarkingum
-
Tíðindi: Útbúgving, gransking og menning Ι 13. mai 2013Húgvan gevur falskan tryggleika
