Login:
  
Kunning & vegleiðing Limaskapur & fyrimunir Sáttmálar & lønir Feløg & vinnufeløg Um Vinnuhúsið Vit meina

22-02-2010 Indonesia verður næsti stóri vakstrarmarknaðurin fyri útflutning

Hetta sigur Dansk Industri í DI Indsigt

 

Indonesia er klárt sum næsti stóri vakstrarmarknaðurin aftaná tey fýra BRIK-londini, Brasilia, Russland, India og Kina. Avbjóðingin fyri danskar útflytarar er sambært DI stór, tí Indonesia er tað landi í fría heiminum, sum Danmark hevur ringast fatur á, og langt aftanfyri lond sum Sri Lanka og Filippinirnar.
 
Indonesia hevur møguleika fyri at gerast ein av framtíðarinnar heilt stóru útflutningsmarknaðum á hædd við BRIK-londini. Indonesia er við einum fólkatali á 229 mill. fjórstørsta landi í heiminum og limur í G-20 menningarlondunum. Indonesia hevur havt ein árligan realvøkstur á 6 % seinastu trý árini, og hetta hevur havt við sær eina trífalding av BTÚ pr. íbúgva síðan 2001.
 
Kelda: DI Indsigt

 

 

 

VINNUHÚSIÐ | Smærugøta 9A | Postboks 1038 | FO-110 Tórshavn | Tel: +298 30 99 00 | Fax: +298 30 99 01 | industry@industry.fo