• International Edition
  • Sitemap
  • Samband
Login:
  • Vegleiðingar o.a.
  • Limaskapur
  • Sáttmálar & lønir
  • Feløg & vinnufeløg
  • Um Vinnuhúsið
  • Vit meina
  • Top Menu
Um Vinnuhúsið
  • Bygnaður
  • Endamál
  • Vinnuhúsið
    • Um Vinnuhúsið
    • Feløgini í Vinnuhúsinum
    • Um limaskap í FAG og bransjufeløgum
    • Feløgini og teirra uppgávur
    • Fjølmiðlarúm
  • Samskipari til Vinnuhúsið
Feløgini og teirra uppgávur
Feløgini eru sera ymisk í stødd og hava ymisk endamál, og tí er eisini stórur munur á virkseminum.

Flestu feløgini eru vinnugreinafeløg (’bransjufeløg’) og fáast mest við spurningar, ið eru viðkomandi fyri teirra vinnugrein. Nevndirnar í vinnugreinafeløgunum arbeiða sjálvstøðugt við sínum málum saman við umsitingini í Vinnuhúsinum.

Størri mál, sum viðkoma fleiri vinnugreinum ella allari vinnuni, verða samskipað av umsitingini í Vinnuhúsinum og Arbeiðsgevarafelagnum.
 
Sum meginfelag fyri alla arbeiðsgevarasíðuna tekur Føroya Arbeiðsgevarafelag sær av nógvum ymiskum uppgávum:

1. Vinnupolitiskir karmar: Vegna vinnuna verður arbeitt við at ávirka allar tær lógir og reglugerðir, sum landsstýrið, løgting, umsiting, stovnar og kommunur seta í verk, soleiðis at hesar tæna og ikki darva vinnuna. Vinnufeløgini eru m.a. umboðað í nógvum ymiskum nevndum, ið seta karmar fyri føroyska samfelagið og framtíð okkara.

2. Felags sáttmálar fyri vinnuna: Vegna vinnuna ger Arbeiðsgevarafelagið sáttmálar við løntakarafeløgini, so at til ber at tryggja støðug viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum og tálma lønarvøkstri í mestan mun.

3. Kunning: Arbeiðsgevarafelagið veitir kunning um privatu vinnuna, vinnulig viðurskiftir og tann týdning, vinnan hevur fyri samfelagið. Kunningin verður givin bæði úteftir og gjøgnum føroyskar miðlar.

4. Ráðgeving og tænasta: Felagið veitir limum sínum holla ráðgeving og tænastu á ymiskum økjum, t.d. starvsfólkaviðurskiftum, leiðsluviðurskiftum, sáttmálaspurningum og lógum og reglugerðum á vinnuøkinum. Umsitingin í Vinnuhúsinum virkar eisini sum sambindingarlið við vinnu í øðrum londum.

5. Fundir og orðaskifti fyri leiðslurnar innan vinnuna: Felagið hevur átikið sær leiklutin at vera miðdepil fyri vinnuligum og vinnupolitiskum orðaskifti. Skipað verður fyri ymiskum tiltøkum, har bond verða knýtt millum leiðarar í privatu vinnuni - eisini tá húsið er karmur um vitjanir uttaneftir.
 

Smærugøta 9A     |     Postboks 1038     |     FO-110 Tórshavn     |     Tel: +298 30 99 00     |     Fax: +298 30 99 01     |     industry@industry.fo