Uppskot til kunngerð um hvílutíð hjá sjófólki
Svar frá Reiðarafelagnum fyri Farmaskip tann 20. desember 2011
Víst verður til bræv frá Vinnumálaráðnum dagfest 1. december 2011 har heitt verður á Reiðarafelagið fyri Farmaskip um at gera viðmerkingar til uppskot til kunngerð um hvílutíð hjá sjófólki.
Reiðarafelagið fyri Farmaskip hevur yvirhøvur ta støðu, at Føroyar eiga at halda galdandi altjóða sáttmálar á maritima økinum.
Somuleiðis tekur Reiðarafelagi fyri Farmaskip sum heild undir við uppskotinum til kunngerð um hvílutíð hjá sjófólki. Tó meta vit, at revsireglurnar í grein 16 eru alt ov strangar og eiga at verða tillagaðar, soleiðis at tær samsvara við innihaldið í kunngerðini annars.
