Uppskot til kunngerð um grannskoðaranevndina
Svar frá Føroya Arbeiðsgevarafelag tann 14. mai 2012
Okkum kunnugt, hevur Vinnumálaráðið so at siga umsett tað donsku kunngerðina. Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ta fatan, at tað danska grannskoðaraøkið er væl skipað, og taka vit tískil principielt undir við uppskotinum.
Í Danmark eru bæði formaðurin og næstformaðurin dómarar í Revisornævnet.
Arbeiðsgevarafelagið dugir væl at síggja at tað kunnu verða praktiskar orsøkir til at ganga frá hesum krøvum í Føroyum, men mælt verður til, at mett verður um hetta gjølla. Hetta m.a. tí at heimildirnar hjá Grannskoðaranevndini eru víttfevnandi.
Tað kann millum annað koma uppá tal, at taka eina góðkenning aftur. Á sama hátt kunnu niðurstøður koma um hvørt grannskoðarin hevur sett sínar skyldur til síðis ella ikki, umframt krøv til almannakunngering. Slíkar avgerðir fáa sjálvsagt stórar fylgjur fyri tann einstaka grannskoðaran.
At avgerðir hjá Grannskoðaranevndini ikki kunnu leggjast fyri annan fyrisitingarligan myndugleika er eisini at meta sum víttfevnandi.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki fleiri viðmerkingar.
