• International Edition
  • Sitemap
  • Samband
Login:
  • Vegleiðingar o.a.
  • Limaskapur
  • Sáttmálar & lønir
  • Feløg & vinnufeløg
  • Um Vinnuhúsið
  • Vit meina
  • Top Menu
Vit meina
Vit meina

Føroya Arbeiðsgevarafelag ger regluliga frágreiðingar um føroysk vinnu- og samfelagsviðurskifti, sum lýsa tey sjónarmið, sum vinnan hevur. Leinkini niðanfyri vísa til seinastu frágreiðingarnar, sum gjørdar eru. Aðrar frágeiðingar fáast við at venda sær til Vinnuhúsið.

 

 

Orku- og umhvørvisstrategi

 

Dynamikkur á arbeiðsmarknaðinum

 

Útbúgving og gransking - Partur 1

 

Útbúgving og gransking - Partur 2

 

Dynamikkur á kapitalmarknaðinum

 

Oljuavgjaldið

 

Framleiðandi vinnur og flotin í Føroyum gjalda ikki oljuavgjald. Búskaparráðið mælir til at áleggja vinnuni oljuavgjald fyri at fáa bøtt um hallið á fíggjarlógini. Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at Búskaparráðið fer ov lætt um eitt stórt mál fyri at fáa pening inn í landskassan her og nú. Føroya Arbeiðsgevarafelag metir hetta mál er somikið stórt, at Búskaparráðið átti at gjørt eina kanning av, hvussu londini kring okkum skipa seg á hesum økinum. Føroysk framleiðsluvinna er í kapping við framleiðsluvinnurnar í londunum kring okkum, og okkara kappingarføri er ikki at reypa av. Orsøkirnar eru fleiri, m.a. frástøðan til marknaðin, høga lønarlagið í Føroyum og tann sannroynd, at stórvirkisfyrimunir eru sera torførir at framdríva hjá føroyskum vinnulívi, orsaka av natúrligum avmarkingum.
Í Danmark er skipanin hon, at fiskiskip og farmaskip heilt eru undantikin øll avgjøld á olju. Framleiðsluvinnan hevur avgjøld, men stórur partur av hesum kann frátrekkjast umvegis mvg-skipanir. Somuleiðis ber til hjá framleiðsluvinnum at fáa endurgjald fyri ein part av hesum avgjøldum.
Tað almenna

 

Nú búskaparkreppa er í Føroyum, og okkurt má gerast fyri at fáa búskaparhjólini at mæla aftur, undrar tað Føroya Arbeiðsgevarafelag, at Búskaparráðið ikki mælir til, at gjørdar verða munagóðar rationaliseringar av tí almenna sektorinum. Heldur verður mælt til, at tað almenna upprættheldur sítt stóra virksemi, meðan munandi upphæddir verða álagdar vinnuni at gjalda. Tað sær út til, at endamálið er at verja almennu arbeiðsplássini, meðan arbeiðsplássini í vinnuni ikki eru líka týdningarmikil.
Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur ikki stórt álit á nyttuni í at seta arbeiðsbólkar at meta um effektiviseringsmøguleikar í almenna rakstrinum. Hetta er roynt fyrr. Nevnast kann m.a., at í 2003 var arbeitt við at útgreina, hvussu almennur innkeypsportalur kundi skipast við eini væntan um, at sparast kundi minst 11. mió kr um árið. Einki spurdist burturúr hesum.
Føroyska samfelagið hevur seinastu mongu árini gjørt íløgur í infrakervið í landinum fyri at lætta um hjá borgaranum og samfelagnum øllum, men íløgurnar verða ikki gagnnýttar í rationaliseringini av almenna sektorinum. Tað eru ein røð av átøkum, sum kundi verið gjørd fyri at gagnnýtt hesar íløgur betri. Nevnast kann at leggja skúlar – bæði fólkaskúlar og miðnámsskúlar – saman, at leggja almennar stovnar saman, osv. Munandi útveiting av almennum tænastum, almenn lóggáva, m.a. mvg-lógin, eigur at vera gjørd einfaldari. Hetta eigur at verða gjørt beinanvegin, við tí fyri eyga at minka um umsitingarkostnaðin.
Studningur til vinnu

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag tekur undir við, at studningur til vinnu verður niðurlagadur, soleiðis at vinnugreinar javnsetast. Soleiðis sum búskaparstøðan er í løtuni, er tað tó umráðandi, at hetta verður gjørt yvir eitt tíðarskeið, so grundarlagið ikki brádliga verður tikið undan arbeiðsplássum í vinnulívinum. Politiska skipanin hevur valt at geva vinnu studning í longri áramál og eigur at syrgja fyri, at niðurlaðingin verður gjørd yvir eitt hóskandi tíðarbil. Somuleiðis er tað ógvuliga umráðandi, at tað ikki bara er studningurin, sum er í fokus, men eisini karmarnir fyri vinnuliga virkseminum yvirhøvur. Tað er tískil ein fortreyt fyri at avtaka studningsskipanir, at fiskivinnulóggávan verður broytt samstundis. Hetta soleiðis, at tað ber til hjá vinnuni at gera neyðugar tillagingar og umleggingar til ein effektivari rakstur.
Annar og nógv betri vegur at fáa studningsupphæddirnar niður, er at syrgja fyri, at fiskastovnarnir verða burðardygt umsitnir. Eru fiskastovnarnir burðardygt umsitnir, minka studningsupphæddirnar orsakað av, at meira verður at fáa av fiski hjá teimum skipum, sum eru virkin og tørvurin á minstuløn og skattalætta minkar og hvørvur.
At fáa eina fíggjarliga burðardygga vinnu má verða málið fyri at tryggja stabilitet í inntøkunum hjá vinnu og almenna kassanum uppá longri sikt. Hetta verður bara gjørt við at fáa fiskiskapin burðardyggan og við neyðugum tillagingum av fiskivinnulóggávuni, so rationalisering kann fremjast.

Smærugøta 9A     |     Postboks 1038     |     FO-110 Tórshavn     |     Tel: +298 30 99 00     |     Fax: +298 30 99 01     |     industry@industry.fo