Um ABF 06 og vegleiĆ°ingar til byggivinnuna

ABF 06 eru reglur fyri arbeiðir og útveganir innan byggi- og anlegsvirksemi. Reglurnar eru ein tillaging av donsku reglunum "Almindelige betingelser for arbejder og leverancer i bygge- og anlægsvirksomhed," vanliga kalla AB 92, til føroysk viðurskiftir.

 
AB 92 er í nøkrum umførum rættað til við broytingum og ískoytum til føroysk viðurskiftir, seinast í 2006. Tá varð semja gjørd um at taka partar av standardfyrivarninum hjá FHMF inn í ABF, samstundis sum umrødda standardfyrivarnið datt burtur.
 
Avtalan millum Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtakið, sum varð undirskrivað tann 28. desember 2006, staðfestir hetta:
  1. Limir í Føroya Handverksmeistarafelag og Byggiharrasamtaki Føroya binda seg til at nýta ABF 06 uttan frávik í sambandi við øll útboð  í Føroyum, sum eru umfatað av lisitatiónslógini, og sum nevndu limir luttaka í.
  2. Limir í Føroya Handverksmeistarafelag lata ikki inn standard fyrivarni, tá tilboð verða givin upp á tey byggiarbeiðir, ið nevnd eru í stk. 1 í hesi avtalu.
  3. Í sambandi við tey í stk. 1 nevndu arbeiðir verða nýtt hjáløgdu standardskjøl fyri ávikavist arbeiðstakarasáttmálar og setan av trygd.
ABF 06, standardskjal fyri arbeiðstakarasáttmálar og fyri setan av trygd eru tøk her á heimasíðuni.

Á heimasíðuni eru eisini ymiskar vegleiðingar fyri byggivirkir, sum eru limir, t.d. indeks til regulering av byggisáttmálum, greining av kostnaði av einum arbeiðstíma, reglur fyri rokningsarbeiði o.a.