Tíðindi: Kalendari - farin tiltøk Ι 5. oktober 2017
FM fyri handverkslærlingar
Fyri fyrstu ferð í Føroyum, verður skipað fyri FM kapping fyri handverkslærlingar. Tað vera lærlingar innan timbur, rørsmíð og hárfríðkan, sum fara at kappast um at gerast føroyameistari
Byrjar: hósdagur 5. oktober 2017 kl. 09:00

Endar: fríggjadagur 6. oktober 2017 kl. 18:00

Hvar/stað: SMS

Leinkja:

 

Dagarnar 5. og 6. oktober í ár verður FM fyri handverkslærlingar á Torginum í SMS. Endamálið við kappingini er, umframt at finna føroya bestu lærlingar, at varpa ljós á yrkisútbúgvingar.

 

Magnus Magnussen, formaður í Føroya Handverksmeistarafelag, er ein av fyriskiparunum: ”Vit ynskja at vísa tað góða handverkið fram, og soleiðis fremja hugin hjá teimum ungu at velja sær yrkisútbúgvingarvegin sum yrkisleið”

 

Fyriskiparar av tiltakinum eru Føroya Handverksmeistarafelag, Landsfelag Handverkaranna, Føroya Handverkarafelag, Glasir Smiðjugerð, Tekniski skúli í Klaskvík og Yrkisdepilin.

 

”Vit fyriskiparar hava altíð vitað, at vit hava framúr dugnaligar handverkarar í Føroyum. Við hesari kappingini kunnu vit kjósa nakrar av teimum allar bestu, umframt at vit finna ein føroyameistara fyri trý útvald fak” sigur Magnus Magnussen.