Tíðindi: Kalendari Ι 27. september 2019
Vinnudagurin 2019
Byrjar: fríggjadagur 27. september 2019 kl. 12:30

Endar: fríggjadagur 27. september 2019 kl. 19:00

Hvar/stað: Norðurlandahúsið

Leinkja:


Vinnudagurin er eitt tiltak, ið gevur vinnulívsfólki høvi at møtast og kjakast um vinnulig evni og at knýta samskiftisnet, sum er týdningarmikið fyri menningarmøguleikan hjá tí einstøku fyritøkuni. Á skránni plaga at vera fleiri fyrilestrar, ið skulu geva íblástur til vinnulívsfólk.

Eitt av endamálunum við Vinnudegnum er eisini at velja Ársins Virki og Ársins Átak fyri at menna vinnuligan hugburð og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum. Eisini er hetta at geva virkjum, ið hava klára seg væl, eitt herðaklap.