Tíðindi frá samráðingunum við Flogskiparafelag Føroya

 

Sáttmálasamráðingarnar millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelag Føroya byrjaðu 30. mars og hildu fram til 14. mai, tá semingsmaður  varð tilkallaður. Kallað er inn til seming týsdagin 24. mai.

 

Um semingin ikki ber á mál, og annar parturin ætlar at seta í verk arbeiðssteðg, er ásett í sáttmálanum partanna millum, at hesin skal fráboðast við minst 14 dagar undan arbeiðssteðginum.

 

 

25. mai 2016: Føroya Arbeiðsgevarafelag og Flogskiparafelagið undirskrivað semju