Fyrilestrahaldarar รก Vinnudegnum 2009

Liselotte Lyngsø er futurist og altjóða serfrøðingur í innovatión og futurologi. Frá 1996 - 2003 var hon granskingarleiðari á Institut for Fremtidsforskning, var síðani stjóri í hugskotsmenningarfyritøkuni Fahrenheit 212 og er nú partnari í ráðgevarafyritøkuni Future Navigator.

 

Fyrilestur á Vinnudegnum: Innovation i krisetider.

 

 

Ragnar Johannesen er løgfrøðingur á stóru bretsku advokatskrivstovuni Herbert Smith, og arbeiðir í løtuni í Moskva. Hann er serfrøðingur innan fígging, serstakliga lánsfígging. Eisini hevur hann verið útlæntur til oljufyritøkuna BP í London í sambandi við verkætlanir í Kasakstan og Miðasiu.

 

Fyrilestur á Vinnudegnum: Foreign Direct Investment - hví ikki eisini í Føroyum?

 

 

Vilmundur Jósefsson er Búskaparfrøðingur og virkandi formaður í íslendska arbeiðsgevarafelagnum, Samtøk Atvinnulífsins, har hann hevur sitið í nevndini síðan 2002. Hann er stjóri á matvørufyritøkuni Gæðafæði og var formaður í íslendska ídnaðarfelagnum, Samtøk Iðnaðarins, frá 2000 - 2006.

 

Fyrilestur á Vinnudegnum: Iceland in turbulent times - with good future prospects.

 

 

Páll Isholm hevur verið leiðari á Føroya Handilsskúla á Kambsdali síðan 2002. Hann er útbúgvin cand. mag. í norðurlendskum, samskifti og samfelagsfrøði. Hevur verið borgarstjóri og bygdaráðslimur í Gøtu kommunu og skrivari í Amnesty International Føroya Deild.

 

Fyrilestur á Vinnudegnum: Lærdómur er lættur at bera - ella er hann?