Alment-privat samstarv – eisini í Føroyum?

 

Guðrið Weihe er útbúgvin cand.scient.pol. og hevur skrivað ph.d. ritgerð um týdning og praksis í almennum-privatum samstarvi.
Hon starvast dagliga hjá COWI, har hon serliga ráðgevur innan alment-privat samstarv. Hetta slagi av samstarvi er ikki so væl kent í Føroyum, og á Vinnudegnum fer Guðrið Weihe at seta hetta slag av samstarvi inn í føroysk viðurskifti.
Hvat er alment-privat samstarv? Hvørjir fyrimunir eru? Hvørjir vansar eru?
Fyrilesturin er avgjørt viðkomandi fyri allar almennar og privatar aktørar.

 

Melda teg til Vinnudagin 2010 her.