Ársins Virki og Ársins Átak

 

Ongin Vinnudagur uttan spenningin um, hvør verður Ársins Virki og Ársins Átak, og hetta er sjálvsagt eisini á skránni í ár. 
Endamálið við at velja Ársins Virki og Ársins Átak er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum.
Heiðurin at vera Ársins Virki verður latin til eitt virki ella fyritøku, sum hevur verið støðugt ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava viðført menning og vøkstur. Virkið skal vera limur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Heiðurin at vera Ársins Átak verður latin til eitt virkið ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.
Í 2010 fingu Tavan og VILT heiðurin at gerast ávikavist Ársins Virki og Ársins Átak.