Kjak: Skal føroyskt vinnulív hava sersømdir?

 

Aftur í ár er kjak á skránni á vinnufegnum. Evnið hesu ferð er hvørt føroyskt vinnulív skal hava sersømdir. Eru vit nóg errin av egnum vinnulívi? Og er tað ein skylda hjá myndugleikum, vinnu og brúkara at hjúkla um føroyskar fyritøkur, egnar vørur og tænastur?
 
Við í orðaskiftinum verða Malan Johansen, búskaparfrøðingur, Fróði Magnussen, stjóri á Formula.fo og Árni Winther, stjóri á Árni Winther Arkitektar. Hesi fólk vita, hvat tey tosa um, og tora at tosa um tað, tey vita nakað um. Kjakinum fara Liljan Weihe og Uni Arge at stýra. Vónandi fyri kjakið at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og vanligum borgarum nakað at hugsa um, og okkara mál er, at kjakið fer at halda fram aftan á, at Vinnudagurin 2012 er liðugur.

 

 

Melda teg til Vinnudagin 2012 nú.