Norska maritima tyssi - møguleikar fyri Føroyar

 

Forstjórin í Havyard Group, Geir Johan Bakke, fer á Vinnudegnum at greiða okkum frá norska maritima tyssinum og fer at meta um møguleikarnar fyri Føroyar í hesum høpi.  Havyard Group er partur av sterka maritima tyssinum á vesturstrond Noregs.Tyssið fevnir um 12 sniðgevingarfyritøkur, 17 reiðaríir, 13 skipasmiðjur og 161 veitingarfyritøkur. Øll lið í virðisketuni eru við í tyssinum, hóast økið landafrøðiliga er lítið. Í Føroyum eru Geir Johan Bakke og Havyard Group serliga kend fyri at hava bygt frálandaskipini hjá føroysku fyritøkuni Skansi Offshore.

 

Melda til Vinnudagin 2013 nú.