Kjak um skattanýskipan

 

Aftur í ár er kjak á skránni á Vinnudegnum. Evnið hesuferð er skattanýskipanin, sum landsstýrið ætlar at fremja. Ætlanin er at lækka skattin á arbeiðsinntøku, samstundis sum inntøkugrundarlagið skal breiðkast, so at landið fær fleiri inntøkur.

Við í orðaskiftinum verða Ben Arabo, stjóri í Atlantic Petroleum, Gudny Langgaard, stjóri í Vodafone og Kári Petersen, búskaparfrøðingur. Kjakinum fara Stefan í Skorini og Jón Brian Hvidtfeldt at stýra. Vónandi fer kjakið at geva bæði vinnulívsfólki, politikarum og vanligum borgarum nakað at hugsa um, og okkara mál er, at kjakið fer at halda fram, aftaná Vinnudagurin 2013 er liðugur.
 

 

 

Melda teg til Vinnudagin 2013 nú.