Vinnudagurin 2013 - har vinnan hittist

 

Ymisk evnið verða á Vinnudegnum 2013 viðgjørd og lýst við fyrilestrum og kjaki. Eisini verða Ársins Virki og Ársins Átak kosin.

Vinnudagurin er hátíðardagurin hjá føroysku vinnuni, har umboð úr vinnuni savnast til áhugaverdar fyrilestrar og spennandi kjak. Norðurlandahúsið er aftur í ár karmur um Vinnudagin, har vinnan kann fáa íblástur til framtíðar virksemi umframt at møguleiki er at hitta kundar, veitarar og samstarvsfelagar í óformligum umhvørvi.

 

Forstjórin í stóru donsku fyritøkuni Toms Gruppen, Jesper Møller fer at halda fyrilestur um menningina av kappingarstyrkini hjá næstan 100-ára gomlu fyritøkuni við atlitið til tað siðbundna og tað nýggja. Geir Johan Bakke, forstjóri í Havyard Group, sum m.a. hevur bygt frálandaskipini hjá Skansi Offshore, fer at greiða okkum frá norska maritima tyssinum og fer at meta um møguleikarnar fyri Føroyar í hesum høpi. Triði fyrilesturin verður við Anitu Hoffer frá Grønlands Arbejdsgiverforening, sum fer at greiða okkum frá virkseminum hjá CSR Greenland og at koma við ítøkiligum dømum um, hvussu CSR fer fram í Grønlandi. 

 

Væl umtókta kjakið verður eisini á skránni hesuferð. Í ár fara Stefan í Skorini og Jón Brian Hvidtfeldt at stýra kjakinum.

 

Tey, sum hava verið við á Vinnudegnum fyrr, vita, at veitslan er ein týdningarmikil partur av degnum. Borðreitt verður við góðum mati og drekka og aftaná verður dansur.

 

Skráin fyri Vinnudagin 2013 sæst her. 

 

Melda til Vinnudagin 2013 her.

 

Til ber at síggja filmin um Ársins Virki 2012 her.