Ársins Virki og Ársins Átak

 

 

Ársins Virki og Ársins Átak eru afturvendandi á Vinnudegnum, og stórur spenningur er altíð um, hvør vinnur heiðurin hesaferð.

 

Endamálið við at velja Ársins Virki og Ársins Átak er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgaranum.

 

Heiðurin sum Ársins Virki verður latin virki ella fyritøku, sum hevur verið støðug ella vaksandi, og dentur verður lagdur á fíggjarlig úrslit seinastu árini. Virkið skal hava víst framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, og hetta skal eftir styttri áramál hava elvt til menning og vøkstur.

 

Heiðurin sum Ársins Átak verður latin virki ella persóni, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einstakt átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

 

Í 2016 fingu KJ Hydraulik og Sheep View heiðurin sum ávikavist Ársins Virki og  Ársins Átak.

 

 

  Ársins Virki Ársins Átak
2000     Havsbrún ikki valt
2001 Tórshavnar Skipasmiðja North Atlantic Fish Fair
2002 Vónin Teitur Lassen
2003 Vaðhorn Formula.fo, Total View
2004 Reyni Service Atlantic Airways, sáttmálin Aker Stord
2005 Faroe Marine Products Fariga Seafood
2006 Thor Vinnuvitan
2007 Eik Banki ikki valt
2008 ArtiCon Decision3
2009 Bakkafrost Tórshavnar Matfestivalur
2010 Tavan Vilt í Suðuroy
2011 Vónin Jákp Zachariassen
2012 Luna Varðin Pelagic
2013 Vest Pack KOKS
2014 Skansi Offshore MEST & PAM OFFSHORE SERVICE
2015 Bakkafrost Defined Energy
2016 KJ Hydraulik Sheep View

 

 

Vinnarin av Ársins Virki 2016

 

 

Vinnarin av Ársins Átak 2016