Ognarviðurskifti og ábyrgd
Virkini kunnu vera skipað á ymsan hátt, tá talan er um eigarar og ábyrgd. Niðanfyri eru ymisk sløg av virkjum lýst í stuttum, men mælt verður til, at søkja sær ráðgeving frá løgfrøðingi og/ella grannskoðara í hvørjum føri.
Vegleiðandi yvirlit kann takast niður her.
 
Einstaklingavirki – firma
Her er einans eigari, og hann hevur persónliga ábyrgd av allari skuld, sum virkið hevur. Tað merkir, at hann ábyrgdast við øllum, sum hann eigur, fyri skuldina hjá virkinum.
Einstaklingavirki eru ofta smá og finnast innan handil, handverk, landbúnað og útróður. Ofta eru virki byrjað sum einstaklingavirki og seinni umskipað til annað slag av ábyrgd.
Ein fyrimunur við einstaklingavirki er, at lætt er at fara í gongd, og eigarin skal ikki spyrja nakran eftir, tá ið avgerðir verða tiknar. Men vansar eru. Er virkið í vøkstri, kann vera trupult at fáa fígging. Vandi er eisini fyri, at eigarin missir alt, sum hann eigur, um virkið fer av knóranum.
 
Íognarfelag
Íognarfelag er eitt virkisslag, har tveir ella fleiri persónar reka eitt virki í felag. Tað líkist einstaklingavirkinum á tann hátt, at allir eigarar ábyrgdast persónliga, tað er, við øllum, sum teir eiga. Harumframt ábyrgdast teir solidariskt, sum merkir, at hvør einstakur hevur ábyrgd av allari skuldini, sum virkið hevur.
Tá ið íognarfelag verður stovnað, er umráðandi, at eigararnir gera ein sáttmála, sum sigur, hvussu nógv hvør skal seta í virkið, hvør hevur leiðsluna í virkinum, hvussu hall og avlop skulu býtast og mangt annað.
Íognarfelagið hevur tað fram um einstaklingavirkið, at fleiri eru um at seta pening í, og tí kann virkið verða størri. Ein vansi er, at tað kann verða truplari at taka avgerðir, tí fleiri skulu vera samd. Persónliga og solidariska ábyrgdin er ein annar vansi.
 
Onnur virkissløg
Av øðrum virkissløgum kunnu nevnast kommandittfeløg, lutafeløg og partsreiðarí.
 
 
 
1. januar 2012 var nýggja vinnufelagslógin sett í gildi.
 
Parta- og smápartafeløg, verða nú kallaði kapitalfeløg. Niðanfyri verða tó heitini partafelag og smápartafelag nýtt fyri at eyðmerkja teir mest týðandi munirnar.
 
Partafelag – pf
Reglur um partafeløg eru ásettar við lóg – LØGTINGSLÓG NR. 73 FRÁ 31. MAI 2011 UM PARTA- OG SMÁPARTAFELØG
Eitt partafelag kann verða stovnað av einum ella fleiri við at gera ein skrivligan sáttmála um stovnanina. Eisini skulu partafeløg hava sínar egnu viðtøkur, sum siga, hvat endamálið er við virkinum, hvussu stórur partapeningurin er, hvussu leiðslan er skipað, hvussu avlop og hall skulu býtast og annað.

Partafeløg verða skrásett hjá Skráseting Føroya, sum skal hava at vita, hvussu stórur partapeningurin er, hvør er í nevndini, hvør er stjóri, og annað. Partapeningurin skal vera minst 500.000 krónur, og partaeigararnir ábyrgdast avmarkað fyri skuld, sum virkið hevur. Partaeigarar kunnu tí ikki missa meira, enn teir hava sett í virkið.
Aðalfundurin er hægsti myndugleiki í felagnum. Aðalfundur skal vera minst eina ferð um árið. Partaeigarar hava atkvøðurætt eftir, hvussu nógv teir eiga í felagnum. Tó kunnu viðtøkurnar gera mun á partabrøvum, soleiðis at eitt slag av partabrøvum gevur tyngri atkvøðurætt enn eitt annað slag.
Ein fyrimunur við partafelagi er, at ábyrgdin er avmarkað. Partafeløg kunnu eisini útvega sær fígging við t.d. at tekna nýggjan partapening. Orsakað av m.a. tí avmarkaðu ábyrgdini eru lógarkrøv til partafeløg, og roknskapir teirra, umframt, at ársroknskapirnir eru almennir..
 
Smápartafelag – spf
Smápartafelagið líkist partafelagnum í nógvum førum. Til dømis skal tað skrásetast í Skráseting Føroya, tað skal hava aðalfund minst eina ferð um árið, og ábyrgdin er avmarkað.
Smápartafelagið kann verða stovnað av einum ella fleiri persónum. Tað vanliga er, at fleiri eiga virkið, men ein persónur kann eiga eitt smápartafelag einsamallur. Kravið til partapening er - 80.000 krónur.

 

Samandráttur:
Einstaklingavirki
Partafelag/Smápartafelag
Ábyrgd
Persónliga og solidariskt við øllum ognum
Avmarkað til partapening
Minsti innskotspeningur
0
500.000 ella 80.000
Skattur
Allur vinningur sum persónlig inntøka
18% av avlopið
+ 37% vinningsbýti (2012)
Roknskaparskylda
Ja
Ja
Roknskapur almennur
Nei
Ja (Skráseting Føroya)
Stovningarkostnaður
0
Um kr. 7.000
Grannskoðari
Eftir egnum ynski
Lógarkrav
 
 
 

 
 
Hvat skal eg velja
Sum tað sæst á talvuni omanfyri, verða ikki serliga stór krøv sett til einstaklingavirki, meðan partafelag ella smápartafelag er undir eftirliti av almennu myndugleikunum (Skráseting Føroya), einamest tí at ábyrgdir eru avmarkaðar til partapeningin.
 
Tað eru serliga tvey ting, ið hava týdning, tá støða skal takast til, um virkið skal skipast sum einstaklingavirki ella sum partafelag.
 
1. Um virksemið átekur sær stóran váða og ábyrgd, eigur partafelag ella smápartafelag at verða umhugsað, tí tá er vágin sum útgangsstøði avmarkaður til partapeningin, meðan møguligir kreditorar kunnu koma eftir øllum ognum, sum eigarin av einstaklingavirkinum eigur.
2. Um inntøkan verður brúkt so hvørt til rakstur, íroknað lønir og eginnýtslu, eigur einstaklingavirki at verða umhugsað. Um inntøkan verður munandi størri enn raksturin, íroknað lønir og eginnýtsla, eigur partafelag at verða umhugsað, tí tá verður skatturin minni.
 
Mælt verður annars til, at lesa bóklingin hjá Spekt “byrjan av virksemi”.Bóklingurin kann heintast her: