Fyrimunir viĆ° limaskapi

 

Limaskapur í einum arbeiðsgevarafelag merkir, at fyritøkan hevur rætt til allar tær tænastur sum arbeiðsgevarafelagið veitir. Hetta er m.a. ráðgeving um sáttmála- og lønarspurningar, um setanir, uppsøgnir og líknandi starvsfólkamál og um arbeiðsmarknaðarlóggávu. Harafturat átekur arbeiðsgevarafelagið sær at loysa mál, sum kunnu koma í millum fakfeløg og einstakar arbeiðsgevarar. Arbeiðsgevarafeløg fara eisini í rættin vegna limir í prinsippiellum málum innan sáttmálaøki hjá felagnum.

Á heimasíðuni hjá felagnum www.industry.fo eru sáttmálar, lønartalvur og ymiskar vegleiðingar til sum limafyritøkur hava atgongd til. Somuleiðis skapilónir at brúka til setanarprógv og uppsagnarskriv.

 

Limaskapur í Føroya Arbeiðsgevarafelag, Føroya Handverksmeistarafelag, Reiðarafelagnum fyri Farmskip, Føroya Prentsmiðjufelag og Arbeiðsgevarafelagnum fyri Fíggjarstovnar í Føroyum gevur tryggar karmar og greiðar fyrimunir fyri virkir.


Ein partur av limaskapinum er hjálp við truplum málum innan sáttmálar og arbeiðsmarknaðarøkið. Limir í Arbeiðsgevarafelagnum kunnu venda sær til Vinnuhúsið við øllum slíkum, og fær sostatt ein kostnaðarmikla serfrøðingahjálp umvegis limaskapin. Vit kunnu sjálvandi ikki svara øllum spurningum, men vit hava fingurin á pulsinum, hvat vinnuni viðvíkir, og kunnu hjálpa við at finna loysnir.


Limaskapurin er tískil at javnseta við eina trygging: Í tí dagliga er ikki altíð tørvur á okkum, men tá tað leikar á, standa vit aftan fyri virkini.


Føroya Arbeiðsgevarafelag er ein týdningarmikil leikari í flestøllum viðurskiftum. Limaskapurin ávirkar tí tykkara umdømi og trúvirði. Limaskapur er prógv um, at talan er um eina fyritøku, sum ynskir at virka undir skipaðum karmum. Almennir myndugleikar vilja ofta taka atlit til hetta, tá mál verða viðgjørd. Eisini, tí teir vita, at henda fyritøkan ikki stendur einsamøll, men hevur eitt sterkt felag aftan fyri seg.