Samráðingar

Sáttmálasamráðingar

Føroya Arbeiðsgevarafelag, við undirfeløgum tess, varðar av øllum kollektivum sáttmálum á privata arbeiðsmarknaðinum á landi umframt sáttmálunum fyri handilsskip.

Talan er um fleiri enn 40 sáttmálar við umleið 20 fakfeløg.

Ein samráðingarrunda hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag er tað tíðarskeiði tað tekur at endurnýggja allar kollektivu sáttmálarnar. Hvussu langar samráðingarrundurnar eru, er tengt at, nær sáttmálarnir ganga út, men vanliga er longdin 2 ár.

Størsta sáttmálaøkið eru sáttmálarnir við tey fimm arbeiðarafeløgini. Samráðingarnar við arbeiðarafeløgini eru tær fyrstu í hvørjari nýggjari samráðingarrundu, og leggja hesar støðið undir øllum sáttmálunum í runduni. Sáttmálarnir við arbeiðarafeløgini ganga vanliga út 1. Mai. Úrslitið av hesum samráðingum er týdningarmikið fyri alla samráðingarrunduna, tí tað eru hesar samráðingarnar, sum leggja karmin fyri runduna.

Tíðindi frá samráðingunum

Fyrireikingarnar
Áðrenn samráðingarnar byrja, verða krøv fyrireikað frá báðum pørtum. Føroya Arbeiðsgevarafelag og viðkomandi arbeiðsgevarafelag heita í góðari tíð á limir sínar um at koma við tí, sum limirnir meta eigur at verða ført fram undir samráðingunum. Hesar afturmeldingar verða tiknar við í viðgerðina, tá endaligu krøvini verða orðað. Hesi eru tó ikki almenn.

Samráðingarnar
Vanliga samráðingartilgongdin er hon, at partarnir møtast til ein innleiðandi fund til tess at skipa samráðingarnar. Á fyrsta fylgjandi fundinum verða krøv handað, og samráðingarnar byrja so av álvara á triðja fundinum partanna millum. At byrja við kann verða lutfalsliga langt millum fundirnar, men beint áðrenn sáttmálin fer úr gildi, eru rættuliga drúgvir og tættir samráðingarfundir til tess at koma til eina semju, áðrenn sáttmálin fer úr gildi.

Samráðingarnar hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag við arbeiðarafeløgini verða førdar av nevnd felagsins saman við umsitingini. Samráðingarleiðari er Kristoffur Laksá, nevndarlimur í Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Semingsstovnurin
Tá partarnir staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál, verður semingsmaðurin tilkallaður.

Semingsmaðurin er valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur heimild til at kalla partarnar til samráðingar, og partarnir hava skyldu at fylgja hesum. Hann kann útseta møguligan arbeiðssteðg í upp til eina viku.

Harafturat kann semingsmaðurin, um hann metir at samráðingarnar ikki hava verið førdar til fulnar, heita á partarnar um at fara undir aftur samráðingar og útseta semingina, til hesar samráðingar eru lidnar.

Semingsmaðurin kann, tá hann metir tíðina vera búna til tess, leggja uppskot fyri partarnar. Hesir kunnu so sambært teirra innanhýsis mannagongdum taka avgerð um, hvørt tikið verður undir við semingsuppskotinum ella ikki. Semingsuppskot skulu dyljast inntil báðir partar hava svarað.

Semingsmaðurin kann leggja fleiri uppskot fyri partarnar, men hesi seinnu árini hevur verið vanligt, at semingsmaðurin ikki leggur uppskot fyri partarnar, fyrrenn hann er hampuliga sikkur í, at tikið verður undir við tí, og hann leggur sostatt bara eitt uppskot fyri partarnar.

So leingi sáttmálin er í gildi, ella partarnir eru í seming, er friðarskyldan galdandi. Tað vil siga, at hvørgin parturin kann seta tiltøk so sum verkfall ella verkbann í verk.

Sí annars semingslógina her

Fráboðan um arbeiðssteðg
Føroya Arbeiðsgevarafelag og fakfeløgini á privata arbeiðsmarknaðinum hava gjørt avtalu um fráboðan í sambandi við arbeiðssteðg. Henda hevur við sær, at verkfall ella verkbann skal fráboðast við í minsta lagi 48 tímum frammanundan.

Tó hava onnur feløg avtalað longri fráboðanarfreist.

Semjur 

Framløga um semjurnar við arbeiðarafeløgini 2022

Framløgan um semjuna við handverkarafeløgini 2022