Aðrar lógir

 

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnur


Arbeiðsumhvørvið


Dagpeningalógin 


Javnstøðulógin

 

Semingslóg

 

Fasti Gerðarættur


Vinnusjúka

 

 

 

 

Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnurin

Løgtingslóg nr. 39 frá 7. mai 1991 um arbeiðsmarknaðareftirlønargrunn, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 129 frá 28. desember 2006.

 

Endamálið við grunninum er at tryggja øllum íbúgvum landsins eina arbeiðsmarknaðareftirløn. Rætt til útgjald hava allir persónar, sum hava fastan bústað í Føroyum, eru skrásettir í fólkayvirlitinum og eru fyltir 67 ár.

 

Inngjaldið í grunnin er í løtuni 1,5% av inntøkuni, sum er grundarlagið undir skattaútrokningini. Allir persónar rinda inn í grunnin, tó ikki persónar, sum eru 67 ár ella eldri.

 

Umframt allar privatpersónar rinda allir arbeiðsgevarar árliga 1,5% av útgoldnum a-inntøkum í grunnin.

 

Í seinasta lagi 1. oktober avger stýrið fyri grunnin árligu veitingina til eftirlønartakararnar komandi árið.

 

Arbeiðsumhvørvið

Løgtingslóg nr. 70 frá 11. mai 2000 um arbeiðsumhvørvi, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 4. mai 2017

 

Endamálið við arbeiðsumhvørvislógini er at

1) virka fyri einum tryggum og heilsugóðum arbeiðsumhvørvi, sum altíð er í samljóð við teknisku og sosialu gongdina í samfelagnum

2) at skapa grundarlag fyri, at virkini sjálv kunnu loysa sínar trygdar- og heilsuspurningar eftir vegleiðing og í samstarvi við feløgini á arbeiðsmarknaðinum og við vegleiðing og undir eftirliti av Arbeiðseftirlitinum.

 

Í høvuðsheitum fevnir lógin um alt arbeiði gjørt fyri arbeiðsgevara á landi.

 

Viðvíkjandi trygdar- og heilsuligum tiltøkum á virkjum er m.a. ásett, at:

 

-   Á virkjum við millum einum og níggju starvsfólkum eigur mest møguligt persónligt samband at vera millum stjóran, arbeiðsleiðarar og starvsfólk um trygd og heilsu

-   Á virkjum við 10 ella fleiri starvsfólkum skal arbeiðið viðvíkjandi trygd og heilsu samskipast. Trygdarbólkar skulu setast. Trygdarumboðið, sum umboðar arbeiðsfólkini í bólkinum, skal veljast. Arbeiðseftirlitið skal hava fráboðan um, hvør er vald/ur.

-   Á virkjum við 20 ella fleiri starvsfólkum skal skipast trygdarnevnd. Nevndin skal fyriskipa, leiða, ráðgeva, kunna og hava eftirlit við tí trygdar- og heilsuliga arbeiðinum á virkinum

 

Arbeiðsgevarin fíggjar arbeiðið, ið stendst av virkseminum hjá trygdar- og heilsuarbeiðnum. Trygdarumboð er vart móti uppsøgn v.m. og øðrum skerpingum av sínum arbeiðsviðurskiftum á sama hátt sum álitisfólk innan viðkomandi ella tilsvarandi fakliga øki. Um limur skal sigast upp, hevur arbeiðsgevarin skyldu til minst eina viku frammanundan at kunna Arbeiðseftirlitið um hetta.

 

Í høvuðsheitum skal arbeiðsgevarin syrgja fyri, at viðurskiftini, hvat trygd og heilsu viðvíkur, eru góð, bæði tá tað snýr seg um arbeiðsplássið, arbeiðsgongdina og í sambandi við tøknilig hjálpartól og evni og tilfar.

 

Arbeiðsgevarin skal:

-  tryggja sær, at arbeiðið verður gjørt forsvarliga.

-   kunna arbeiðsfólkini um møguligar vanlukkur og heilsuvandar, ið eru tengdir at arbeiði teirra

-   upplæra og leiðbeina arbeiðsfólkið um, hvussu arbeiðið verður gjørt

-   syrgja fyri, at samstarvið um trygd og heilsu fer fram sambært lógini

-   kunna trygdarumboðini og álitisfólkini um tey boð, Arbeiðseftirlitið skrivliga hevur givið

-   seta í verk kanning, royndir og eftirlit, um Arbeiðseftirlitið krevur tað

 

Lógin sigur, at arbeiðsfólk í høvuðsheitum skulu hava eina hvíldartíð, ið er minst 11 samfeldar tímar. Arbeiðsfólk mugu heldur ikki regluliga arbeiða sunnu- og halgidagssamdøgur.

 

Børn, ið ikki eru fylt 15 ár, kunnu ikki verða sett í arbeiði. Tó kunnu børn, sum eru fylt 13 ár, hava lættari arbeiði av ávísum slagi.

 

Ung undir 17 ár mugu ikki arbeiða meira enn 10 tímar íalt um dagin og tey skulu sum meginregla ikki arbeiða um náttina (millum 24.00 og 06.00). Ung undir 17 ár skulu hava eina samanhangandi hvíldartíð á í minsta lagi 12 tímar, og ung undir 15 ár á í minsta lagi 14 tímar.

 

Ung undir 18 ár kunnu ikki verða sett at handfara amboð ella tól, evni og tilfar, sum kunnu verða vandamikil fyri tann unga, uttan so at onkur yvir 18 ár er til staðar. Tó er hetta ikki galdandi fyri lærlingar.

 

 

Dagpeningalógin

Løgtingslóg nr. 74 frá 8. mai 2001 um dagpening vegna sjúku v.m., seinast broytt við løgtingslóg nr 9 frá 30. mars 2004.

 

Lógin hevur til endamáls at veita fíggjarligan stuðul í sambandi við mista inntøku vegna:

1) sjúku

2) skaðatilburð

3) fráveru áðrenn føðing vegna heilsuvanda fyri móður ella barn

 

Hesin stuðul verður tó ikki veittur, um persónurin hevur rætt til løn undir sjúku ella aðrar veitingar, sum eru endurgjald vegna mista inntøku vegna sjúku.

 

Rætt til dagpening hava løntakarar, herímillum sjómenn, sum hava hýru við føroyskum ella útlendskum fari. Eisini hava útróðrarmenn og sjálvstøðugt vinnurekandi, sum ikki ella í lítlan mun hava arbeiðsmegi aftrat sær, persónar, sum hava teknað trygging, og persónar við álvarsliga sjúkum hjúnarfelaga ella barni rætt til dagpengar, um læknin heldur, at viðkomandi er um tann sjúka.

 

Persónur, ið fær dagpening, skal vera fyltur 16 ár og má ikki vera eldri enn 70 ár. Aðrar treytir eru, at persónurin hevur fastan bústað og fulla skattskyldu í Føroyum. Persónurin skal hava arbeitt í minst 20 tímar tilsamans síðstu fimm vikurnar undan sjúkrafráveru. Gjald úr ALS er at javnmeta við vanligt lønt arbeiði.

 

Inntøkugrundarlagið er í høvuðsheitum meðalinntøkan síðstu fimm vikurnar undan sjúkrafráveruni. Dagpeningaupphæddin er í mesta lagi 80% av lønini sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroyar Arbeiðarafelag, íroknað viðbøtur. Av hesum verður eisini frítíðarløn roknað, sum fer í grunn.

 

Umsóknarfreistin er í seinasta lagi 30. dagin eftir fyrsta fráverudag – tá kann dagpeningur játtast frá og við fyrsta sjúkradegi. Dagpengamóttakarin hevur sjálvur ábyrgdina av, at fráboðanin verður latin Almannastovuni rættstundis. Dagpeningur verður veittur í mesta lagi 40 vikur frá fyrsta fráverudegi í 12 mánaðir.

 

Landskassin rindar dagpeningin, tó skal arbeiðsgevarin rinda fyri fyrsta og annan fráverudag, har ein arbeiðsgevari er. Toll- og Skattstova Føroya krevur peningin frá arbeiðsgevarunum.

 

 

Javnstøðulógin

Løgtingslóg nr 52 frá 3. mai 1994 um javnstøðu millum kvinnur og menn.

 
Endamálið við lógini er at beina burtur allan mismun vegna kyn, tó so at øðrum kyninum kunnu verða tryggjað serlig rættindi, um tey verða givin fyri at røkka endamálinum við lógini. Kvinnur og menn skulu hava eins møguleikar til útbúgving og arbeiði og yrkisliga og mentanarliga menning.

 

Meginreglan er, at hvørki beinleiðis ella óbeinleiðis er loyvt at gera mismun á fólki vegna kyn.

 

Arbeiðsgevari kann ikki gera mismun vegna kyn í sambandi við starvssetan, uppsøgn, starvsmeting, lønarflokking, starvsflyting, starvsuppflyting, farloyvi, arbeiðsumstøður og framíhjárættindi.

 

Kvinnur og menn skulu hava eins løn og ágóða annars fyri sama arbeiði. Hetta er eisini galdandi fyri arbeiði, ið verður mett at hava sama virði. Arbeiðsgevari skal geva kvinnum og monnum eins møguleikar til t.d. útbúgving, eykaútbúgving, umskúling og økt starvsføri.

 

Fólk, sum halda seg hava verið fyri mismuni vegna kyn, kunnu kæra til javnstøðunevndina.

 
 
 

Semingslóg

Løgtingslóg nr. 39 frá 13. mai 2013 um semingsstovn

 

Galdandi semingslóg er frá mai 2013. Lógin fevnir um allan arbeiðsmarknaðin, og sostatt verða talan ein sama seminsstovn á almenna og privata arbeiðsmarknaðinum. Lógin ásetur, hvørjar mannagongdir skulu verða fylgdar, um partarnir á arbeiðsmarknaðinum ikki semjast um nýggjar sáttmálar.

 

Meira nágreiniliga ásetur lógin, at tá partarnir staðfesta, at samráðingarnar ikki bera á mál, verður semingsmaðurin tilkallaður.

 

Semingsmaðurin er valdur av pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Hann hevur heimild til at kalla partarnar til samráðingar, og partarnir hava skyldu at fylgja hesum. Hann kann útseta møguligan arbeiðssteðg í upp til eina viku.

 

Harafturat kann semingsmaðurin, um hann metir at samráðingarnar ikki hava verið førdar til fulnar, heita á partarnar um at fara undir aftur samráðingar og útseta semingina, til hesar samráðingar eru lidnar.

 

Semingsmaðurin kann, tá hann metir tíðina vera búna til tess, leggja uppskot fyri partarnar. Hesir kunnu so sambært teirra innanhýsis mannagongdum taka avger um, hvørt tikið verður undir við semingsuppskotinum ella ikki. Semingsuppskot skulu dyljast inntil báðir partar hava svarað.

 

Semingsmaðurin kann leggja fleiri uppskot fyri partarnar, men ofta velur semingsmaðurin ikki at leggja uppskot fyri partarnar, fyrrenn hann er hampuliga sikkur í, at tikið verður undir við tí, og leggur sostatt bara eitt uppskot fyri partarnar.

 

So leingi sáttmálin er í gildi, ella partarnir eru í seming, er friðarskyldan galdandi. Tað vil siga, at hvørgin parturin kann seta tiltøk so sum verkfall ella verkbann í verk.

 

Um so er, at ein semingsroynd ikki røkkur á mál, kunnu partarnir seta tiltøk í verk. Tó hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag avtalað við fakfeløgini, at í minsta lagi 48 tímar skulu ganga,frá, at arbeiðssteðgur er fráboðaður, til hann kann byrja. Sama ger seg galdandi á almenna arbeiðamarknaðinum.
 

 

 

Fasti Gerðarrættur

Sáttmáli um Fasta Gerðarætt

 

Fasti Gerðarrættur er trætuloysnarstovnurin fyri føroyska arbeiðsmarknaðin og varð settur á stovn 1. apríl 2006. Stovnurin er skipaður við sáttmála, sum allir partar á arbeiðsmarknaðinum hava skrivað undir og við løgtingslóg.

 

Nevndin fyri Fasta Gerðarrættin er mannað við umboðum frá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Trimum frá arbeiðsgevarasíðuni og trimum frá løntakarasíðuni. Hesi velja síðan saman ein formann.

 

Fasti Gerðarrættur skal loysa trætur, ósemjur og ivamál á føroyska arbeiðsmarknaðinum. Eisini skal stovnurin savna, menna og kunna um føroyska arbeiðsmarknaðarrætt.

 

Er talan um trætur, sum snúgva seg um brot á sáttmálar, verða tey altíð at leggja fyri Fasta Gerðarrætt. Er talan um trætur, sum snúgva seg um tulking av sáttmálum, kunnu partarnir antin í kollektiva sáttmálanum ella frá ferð til ferð avtala at leggja málið fyri Fasta Gerðarrætt.

 

Um so er, at partar á arbeiðsmarknaðinum ikki hava undirskrivað sáttmálan um Fasta Gerðarrætt, og um teir heldur ikki hava aðra nøktandi skipan fyri trætuloysnir, er ásett í semingslógini, at teir skulu brúka Fasta Gerðarrætt.

 

Til ber at síggja sáttmála um Fasta Gerðarrætt, lóg, sáttmálapartar, úrskurðir v.m. á heimasíðuni hjá Fasta Gerðarrætti www.fg.fo
 

 

 

Vinnusjúka

Vinnusjúkugrunnurin er almennur grunnur, ið virkar sambært løgtingslóg nr. 67 frá 25. mai 2009 um trygging móti avleiðingunum av arbeiðsskaða.


Vinnusjúkugrunnurin hevur sum endamál at fíggja og rinda endurgjald fyri vinnusjúkur. Vinnusjúkugrunnurin skal rinda útgjøld til teirra, sum eru vorðin sjúk ella rakt av varandi meini, sum stendst av vinnuligum ávum.

 

TAKS á Tvøroyri hevur dagligu umsitingina av Vinnusjúkugrunninum um hendi, og krevur inn inngjøldini til grunnin. Inngjaldið er 0,10 % av útgoldnum A-inntøkum og verður kravt inn saman við gjaldinum til Barsilsgrunnin.

 

Meira kunning um Vinnusjúkugrunnin er á heimasíðuni hjá grunninum www.vsg.fo

 

Vanlukkutryggingarráðið
Um tú ynskir at vita meir um Vanlukkutryggingarráðið, trýst her.