Arbeiðsloysisskipanin

 

Løgtingslóg nr. 113 frá 13. juni 1997 um arbeiðsloysistrygging og arbeiðsávísing, sum broytt við løgtingslóg nr. 12 frá 9. februar 2001 og løgtinslóg nr. 79 frá 27. mai 2009
 
 Endamálið við arbeiðsloysisskipanini er:
1) at veita fíggjarligan stuðul til arbeiðsleys
2) at virka fyri bøttum møguleikum hjá arbeiðsleysum at fáa arbeiði
3) at umsita arbeiðsávísing fyri føroyska arbeiðsmarknaðin.
 
Arbeiðsloysisstuðul verður útgoldin, tá viðkomandi:
  1. er arbeiðsleysur og mótvegis Arbeiðsloysisskipanini prógvar, at so er
  2. er tøkur á arbeiðsmarknaðinum
  3. hevur fylt 16 ár, men ikki 67 ár
  4. hevur bústað í Føroyum
  5. er arbeiðsførur. 
Arbeiðsloysisstuðulin er í mesta lagi 80 % av a-inntøkuni farnu 12 mánaðirnir undan arbeiðsloysinum fyrstu 253 dagarnar arbeiðsloysi er,, tó í mesta lagi 20.000 kr. um mánaðin. Eftir hetta í mesta lagi 75% av a-inntøkuni. tó í mestalagi 18.750 kr. um mánaðin.
Arbeiðsleys, sum melda seg inn í skipanina, fáa bíðidagar. Hetta merkir, at tað ganga frá einum upp í 10 dagar, áðrenn arbeiðsloysisstuðulin tekur við. Dagatalið er treytað av inntøku. Verður persónur uppsagdur ella fer úr starvi uttan haldgóða grund, er karantenutíðin fýra vikur. Um arbeiðsleysur uttan serliga orsøk noktar at taka á seg arbeiði, sum arbeiðsávísingin hevur ávíst, fær viðkomandi eisini karantenu í fýra vikur.
 
Arbeiðsleys á fiskavirkjum fáa stuðul frá og við 9. arbeiðstíma. Persónar, sum ikki arbeiða fulla tíð, fáa lutfalsliga lægri tímar.
 
Arbeiðsloysisskipanin verður fíggjað við, at arbeiðsgevarar og løntakarar rinda eitt ávíst prosentgjald av allari a-inntøku í skipanini. Gjaldið kann í mesta lagi vera 2,25% og er í løtuni 1%, tó ongantíð meira enn 6.500 kr um árið fyri persónar.
 
Sjálvstøðugt vinnurekandi kunnu sjálvboðin tekna trygging, meðan stýrið í kunngerð kann áseta nærri reglur um, at persónar, sum annars ikki hava møguleika at koma undir ALS, eftir egnum ynski tekna trygging og koma undir arbeiðsávísingina.
 
Persónar, sum hava tíðaravmarkað uppihalds- og arbeiðsloyvi, kunnu eftir umsókn verða undantiknir gjaldskylduni fyri upp til eitt ár í senn.
 
Møguligt er at fáa útgjald í farloyvi, men treytin er, at annað fólk, sum er tøkt í arbeiðsávísingini, verður sett ístaðin í sama tíðarskeiði og undir somu treytum.
 
Rætturin til útgjald fellur burtur, tá arbeiðsleysi síðsta 3-ára skeiðið hevur fingið stuðul í 648 dagar. Tá hesin rættur er fallin burtur, kann viðkomandi ikki fáa útgjald úr skipanin aftur, fyrr enn 24 mánaðir eru gingnir. Tá kemur viðkomandi uppíaftur skipanina sum fyrstu ferð.
 
ALS umsitur arbeiðsávísingina, www.starv.fo, eisini fyri onnur enn arbeiðsleys, sum ynskja at verða skrásett í www.starv.fo. Her eru Føroyar at rokna sum ein arbeiðsmarknaður. Mørk verða einans sett eftir natúrligum førleikakrøvum.
 
Eitt stýri við umboðum fyri partarnar á arbeiðsmarknaðinum verður valt at sita fyri og hava ábyrgdina av arbeiðsloysisskipanini. Landsstýrismaðurin velur formannin.