Gistingarhús- og Matstovusáttmálin

 

 ► Sáttmáli til prentingar
 

 
Sersáttmáli
 millum
Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag
og
Føroya Arbeiðsgevarafelag
fyri arbeiði á
hotellum, gistingarhúsum, matstovum v.m.
 
 
 
 
§ 1.
Sáttmálaøki
Hesin sáttmáli fevnir um alt arbeiði innan sáttmála- og serarbeiðaraøki á hotellum, gistingarhúsum, matstovum.
 
Sáttmálin fevnir tó ikki um fólk í leiðandi starvi ella fólk, hvørs støða hjá arbeiðsgevaranum er av tílíkum slagi, at hon gevur rætt til at disponera í stóran mun bindandi fyri arbeiðsgevara. Hetta er bert galdandi fyri eitt fólk á hvørjum arbeiðsplássi.
 
                                                      
§ 2.
Arbeiðstíð
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna sambært arbeiðsætlan, sum løgd verður fyri 4 vikur í senn.
 
Arbeiðsfólkið skal hava arbeiðsætlanina í seinasta lagi 14 dagar áðrenn hon kemur í gildi. Tó bert til í serligum førum at leggja arbeiðsætlanina í seinasta lagi 7 dagar áðrenn hon kemur í gildi.
 
 
                                               
 § 3.
Løn
Lønin er tann til eina og hvørja tíð ásetta løn til fastløntar arbeiðarar um mánaðin fyri vanligt arbeiði 40 tíma viku sambært høvuðssáttmálan millum Føroya Arbeiðarafelag/Havnar Arbeiðskvinnufelag og Føroya Arbeiðsgevara- felag.
 
Fyri arbeiði innan fyri arbeiðsætlanina verða latnar hesar viðbøtur:
- mánadag til fríggjadag millum kl. 21.00 og 24.00       4,50%   pr. tíma
- mánadag til leygardag millum kl. 00.00 og 07.00       8,25%   pr. tíma
- leygardag millum kl. 07.00 og 14.00                         5,50%   pr. tíma
- leygardag millum kl. 14.00 og 24.00                         6,25%   pr. tíma        
- sunnudag millum kl. 00.00 og 07.00                          13,75% pr. tíma
- sunnudag millum kl. 07.00 og 24.00                          8,25%   pr. tíma
- halgidagar, 1. mai, flaggdagin,
  páskaaftan, hvítusunnuaftan, grundlógardag,
  1. november, jólaaftan, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag. 13,75% pr. tíma
 
 
Fyri tímalønt arbeiði verður vanlig tímaløn sambært høvuðssáttmálanum goldin, umframt tær viðbøtur sum nevndar eru omanfyri.
 
Fólk við fastari lutvísari vikuligari arbeiðstíð verða at løna eftir somu reglum sum fólk við fullari viku, tó soleiðis at lønin verður roknað lutfalsliga í mun til 40 tíma viku.
 
Útbúnir køksassistentar fáa viðbót, sum er 10% av vanligu tímalønini.
 
Ungfólk 14 ár fáa 50%, 15 og 16 fáa 75% av vaksnamannalønini bæði fyri normal- og yvirtíð.
 
 
                                                     
§ 4.
Arbeiði uttan fyri vaktarskipanina
Verður arbeitt uttan fyri tíðir, sum ásettar eru í arbeiðsætlanini, verður hetta arbeiði lønt við vanligari tímaløn umframt hesum viðbótum:
 
- mánadag til fríggjadag millum kl. 17.00 og 21.00       7% av vanligu tímalønini
- mánadag til fríggjadag millum kl. 21.00 og 08.00       20% av vanligu tímalønini
- leygardag millum kl. 07.00 og 14.00                         7% av vanligu tímalønini
- leygardag millum kl. 14.00 og 24.00                         20% av vanligu tímalønini
- sunnudag og halgidagar                                           20% av vanligu tímalønini
- 1. mai, flaggdagin, páskaaftan, hvítusunnuaftan,
  grundlógardag, 1. november, jólaaftan,
  ólavsøkuaftan, ólavsøkudag.                                     20% av vanligu tímalønini
 
 
                
Úrtíðarløn kann, um arbeiðsfólk ynskir tað, og arbeiðsgevarin samtykkir, avspákast í sama lutfalli, sum úrtíðartaksturin í mun til vanligu lønina.
 
Arbeiðsgevarin avgerð í samráð við arbeiðsfólki , nær avspákingin skal vera, og boðar frá hesum í góðari tíð, tvs. vanliga ikki seinni enn 4 dagar frammanundan.
 
Avspákingin skal vera í heilum ella hálvum døgum og skal vera av í seinasta lagi tveir mánaðir aftaná, at viðkomandi úrtíðararbeiði er útint. Tímar, sum ikki eru avspákaðir í hesum tíðarskeiði, verða útgoldnir sum yvirtíð. Tílík avspáking skal ikki leggjast á dagar, sum frammanundan eru frídagar.
 
Hjálparfólk til veitslur og tílíkt fáa vanliga tímaløn sambært høvuðssáttmálanum.
 
                                                     
§ 5.
Útgjaldingardagur
Lønin hjá mánaðarløntum verður útgoldin seinast í mánaðinum og skal vera avgreidd í seinasta lagi 25. í mánaðinum. Lønin hjá tímaløntum verður útgoldin sum ásett í høvuðssáttmálanum.
 
                                                       
§ 6.
Broytingar av lønum
Verða lønirnar í høvuðssáttmálanum og fastlønarsáttmálanum broyttar, so verða lønirnar í hesum sáttmala broyttar samsvarandi, burtursæð frá har hesin sáttmáli hevur serstakar ásetingar fyri yvirtíð og fyri arbeiði í vaktarskipanum.
 
                                                      
 § 7.
Frítíð og frítíðarløn
Frítíð og frítíðarløn verða latin samsvarandi galdandi frítíðarlóg.
 
 
                                                       
§ 8.
Álitismannaskipan
Viðvíkjandi álitismannaskipan, so verður víst til álitismannaskipanina í høvuðssáttmálanum millum feløgini.
 
                                                       
§ 9.
Uppsagnarfreistir
Fyri fastlønt verða uppsagnarfreistirnar í fastlønarsáttmálanum galdandi.
 
Fyri tímalønt verða uppsagnarfreistirnar í høvuðssáttmálanum galdandi.
 
 
                                                        
§ 10.
Gerðarættur
Viðvíkjandi ósemju um arbeiði, sum ikki er tilskilað í sáttmálanum, og trætur um rætta fatan av sáttmálanum verður víst til høvuðssáttmálan hjá feløgunum.
 
 
                                                          
§ 11.
Prosentgjøld
Arbeiðsgevarin rindar tey prosentgjøld, limagjøld og eftirlønargjøld sum ásett eru í høvuðssáttmálanum hjá feløgunum, og eftir skipanini sum ásett er í nevnda sáttmála.
 
                                                         
§ 12.
Aðrar ásetingar
Har annað ikki er nevnt í hesum sáttmála verða galdandi ásetingarnar í høvuðs- sáttmálanum hjá pørtunum, tó ikki ásetingarnar um arbeiðstíð og løn, har hesin sáttmáli ikki vísir til ásetingarnar um løn í høvuðssáttmálanum.
 
                                                        
 § 13.
Gildiskoma og uppsøgn
Sáttmálin er galdandi frá 1. mai 2010, og kann sigast upp av øðrum partinum við 4 mánaða ávaring til ein 1. mai, tó í fyrsta lagi til 1. mai ár 2012.
 
 
                                                         
§ 14.
Sáttmálaeintøk
Hesin sáttmáli verður undirskrivaður í trimum einsljóðandi eintøkum.
 
 
Tórshavn,     10. mai 2010
 
(longdur til 15. september 2016)
 
 
Føroya Arbeiðarafelag                                   Føroya Arbeiðsgevarafelag
 
 
 
Havnar Arbeiðskvinnufelag