Serarbeiðarasáttmáli hjá Havnar Arbeiðsmannafelag

 

Sáttmáli til prentingar

 
SERARBEIÐARASÁTTMÁLI
millum
Føroyar og Havnar Arbeiðsgevarafelag/
Havnar Arbeiðsmannafelag
 
 
 

Vísandi til §14 í høvuðssáttmálanum og ásannandi at arbeiðsmynstur, sløg av arbeiði og neyðugar dygdir alsamt broytast, eru partarnir komnir ásamt um at gera hendan serarbeiðarasáttmála til tess at tryggja eina skikkaða arbeiðsmegi fyri serstøk arbeiði og ein meira liðiligan arbeiðsmarknað.

 

 

§ 1

 

Fyri handlig arbeiðir, sum ikki eru serliga nevnd í §1 til 4 í høvuðssáttmálanum, og sum krevja venjing og útbúgving, eru hesi fevnd av serarbeiðarasáttmálanum.

 

Hópframleiðsla av betonelementum, aluminiums- og plastvindeygum, pakkitilfari, rútaglasi, glastrevjulutum og bygningselementum.

 

Montering av stál-, beton- og timburelementum og onnur monteringsarbeiðir. Uppsetan av stilladsum. Áleggjan av takpappi og gólvbelegningi.

 

Forskalling við kasettuformum, uppsetan av kantsteinum og áleggjan av betongflísum, legging av kloakkrørum.

 

Arbeiði í timburhandlum við rammusagum, høvlum, plátusagum, kantfresarum og rundsagum í samband við tilgerð av plátum og timbri til útflýggjan.

 

Viðlíkahald, umvælingar og stillingar av amboðum og maskinum.

 

 

§ 2

 

Lønin fyri frammanfyri nevndu arbeiðir verður ásett soleiðis:

 

Tímaløn 1. árið - ið verður at rokna sum yrkisvenjing: Sambært §1a.

 

Tímaløn 2. árið og síðan - við yrkisvenjing sb. arbeiðsgevaraváttan: Sambært §1a +2,06 % av tímalønini.

 

Fastløntir serarbeiðarar við yrkisvenjing verða løntir sambært §1a +2,06 % av tímalønini ferðir 173,33 tímar um mánaðin.

 

Aldursmarkið fyri at byrja yrkisvenjing er 18 ár.

 

 

§ 3
 
Arbeiðsgevari skal hava skyldu til at geva arbeiðaranum skrivliga váttan um, nær yrkisvenjingin er byrjað, og hvussu leingi viðkomandi hevur starvast í arbeiði, sum telur við sum yrkisvenjing.
Partarnir seta í felag upp orðingina av slíkari arbeiðsgevaraváttan. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu til at geva arbeiðsgevaraváttan fyri arbeiði, sum samanhangandi ikki hevur vart í minsta lagi 6 vikur.
 
§ 4
 
Miðað verður ímóti at skipa fyri ástøðiligari og handligari frálæru fyri tey ymisku serarbeiðaraøkini, tá møguleikar eru til tess.
 
§ 5
 
Hesin sáttmáli forðar ikki fyri, at samstarvið millum arbeiðsmenn, serarbeiðarar og handverkarar verður at praktisera, sum tað higartil hevur verið á teimum ymsu arbeiðsplássunum og í teimum ymsu arbeiðunum.
 
§ 6
 
Har serstakar ásetingar ikki eru gjørdar í hesum sáttmála, fylgja partarnir høvuðs-sáttmálanum, sum er galdandi partanna millum.
 
§ 7
 
Hesin sáttmáli tekur við 1. mai 2014. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðs-sáttmálanum.
 
 
 
 
Tórshavn, tann 6. mai 2014
 
 

 

Havnar Arbeiðsmannafelag                            Føroya Arbeiðsgevarafelag