Serarbeiðarasáttmáli hjá Klaksvíkar Arbeiðsmanna- og kvinnufelag

 

► Sáttmáli til prentingar

 
Serarbeiðarasáttmáli
millum
Føroya Arbeiðsgevarafelag/
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
 
 

Vísandi til § 14 í høvuðssáttmálanum og ásannandi at arbeiðsmynstur, sløg av arbeiði og neyðugar dygdir alsamt broytist, eru partarnir komnir ásamt um at gera hendan serarbeiðara-sáttmála til tess at tryggja eina skikkaða arbeiðsmegi fyri serstøk arbeiði og ein meira liðiligan arbeiðsmarknað.

 

§ 1

 

Fyri handlig arbeiðir, sum ikki eru serliga nevnd í § 1 til 4 í høvuðssáttmálanum, og sum krevja venjing, eru hesi fevnd av serarbeiðara-sáttmálanum:

 

Hópframleiðsla av betonelementum, aluminiums- og plastvindeygum, pakkitilfari, rútaglasi, glastrevjulutum og bygningselementum.

 

Montering av stál-, beton- og timburelementum. Uppsetan av stilladsum. Áleggjan av takpappi og gólvbelegningi.

 

Forskalling við kasettuformum, uppsetan av kantsteinum og áleggjan av betonflísum, legging av kloakrørum.

 

Arbeiði í timburhandlum við rammusagum, høvlum, pláusagum, kantfresarum og rundsagum í samband við tilgerð av plátum og timbri til útflýggjan.

 

§ 2

 

Lønin fyri frammanfyri nevndu arbeiðir verður ásett soleiðis:

 

Tímaløn 1. árið – ið verður at roknað sum yrkisvenjing: Sambært § 1a

 

Tímaløn 2. árið og síðan – við yrkisvenjing sb. Arbeiðsgevaraváttan: Sambært § 1a + 2,06 % av tímalønini

Fastløntir serarbeiðarar við yrkisvenjing verða løntir sambært § 1a + 2,06 % av tímalønini ferðir 173,33 tímar um mánaðin.

 

Aldursmarkið fyri at byrja yrkisvenjing er 18 ár.

 

§ 3
 
Arbeiðsgevari skal hava skyldu til at geva arbeiðaranum skrivliga váttan um, nær yrkisvenjingin er byrjað, og hvussu leingi viðkomandi hevur starvast í arbeiði, sum telur við sum yrkisvenjing.
Partarnir seta í felag upp orðingina av slíkari arbeiðsgevaraváttan. Arbeiðsgevarin hevur ikki skyldu til at geva arbeiðsgevaraváttan fyri arbeiði, sum samanhangandi ikki hevur vart í minsta lagi 6 vikur.
 
§ 4
 
Serarbeiðarar kunnu umframt sítt serarbeiði verða settir til eisini at útinna alt annað arbeiði á sínum arbeiðsplássi og verða løntir hareftir.
 
§ 5
 
Miðað verður ímóti at skipa fyri ástøðiligari og handligari frálæru innan fyri tey ymisku arbeiðsøkini, tá møguleikar eru til tess.
 
§ 6
 
Samstarv við á teimum ymsu arbeiðsplássunum verður annars at fara fram sum higartil.
 
§ 7
 
Har serstakar ásetingar ikki eru gjørdar í hesum sáttmála, fylgja partarnir høvuðssáttmálanum, sum er galdandi partanna millum.
 
§ 8
 
Hesin sáttmáli tekur við 1. mai 2014. Viðvíkjandi uppsøgn fylgir hann høvuðssáttmálanum.
 
 
Tórshavn 06.05.2014.
 
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag                                           Føroya Arbeiðsgevarafelag

 

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag