Tíðindi: Áskoðan Ι 29. februar 2016
Okkum tørvar fleiri og meira útgreinaði lønarhagtøl
Verandi hagtøl geva bert ábendingar.
Samband

Esther Dahl
ráðgevi

Fartlf: 739908
t-post: esther@industry.fo

 

Í farnu viku kom Hagstovan við eini útgreinaðari kanning av føroysku arbeiðsfjøldini. Kanningin staðfestir nú meiri ítøkiliga, at fleiri føroyingar arbeiða í mun til onnur lond. Tað er avgjørt gott, at Hagstovan hevur gjørt eina tílíka kanning av arbeiðsfjøldini. Vit vita tó ikki enn, hvussu nógvar tímar hesir nógvu arbeiðandi føroyingarnir arbeiða. Kanningin vísir, fyri at siga tað ógvuliga fýrakantað, hvussu nógv høvd hava verið virkin á føroyska arbeiðsmarknaðinum.

 

Eisini lønarhagtøl hava verið umrødd. Ein av niðurstøðunum er, at kvinnur vinna uml. 40 % av lønunum og menn uml. 60 %. Hvørja ferð Hagstovan kemur við hesum tølunum, byrja fjølmiðlar og ymsir áhugabólkar at gera niðurstøður í mun til lønarójavna millum kvinnur og menn, manglandi kvinnur í vælløntum størvum og so víðari. Tølini í sær sjálvum kunnu tó ikki nýtast til at gera slíkar niðurstøður. Tað einasta tølini staðfesta er, hvat allir menn og allar kvinnur fáa í løn tilsamans.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag kundi ynskt sær, at hagtølini vóru meira útgreinaði, so tey høvdu verið eitt betri amboð at nýtt í mun til millum annað samfelagsbúskap, mun millum kynini á arbeiðsmarknaðinum, sáttmálasamráðingar og lønarsamanberingar við útlandið. Um man t.d. visti, hvussu nógvar tímar hesi fólk arbeiða, hvat tey fáa í løn fyri hesar tímar, sundurgreinað á m.a. ymiskar fakbólkar, kyn o.s.fr., høvdu vit vitað munandi meira enn vit gera í dag.

 

Vit vita t.d. ikki, hvussu nógv ein handverkari í Føroyum veruliga fær í løn í mun til ein handverkara í Íslandi. Vit kenna ikki veruliga føroyska lønarstøði, og tí verða tað altíð meira ella minni væl grundaðar metingar, sum verða nýttar, og tað átti ikki at verið nóg gott. At kenna lønarstøðið átti at verið eitt grundleggjandi amboð í mun til samfelagsbúskapin.

 

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur áður víst á manglandi hagtølini, og hevur víst á, at felagið er sinnað at hjálpa til at finna eina loysn. Tað eru vit framhaldani, tí vit meta tað vera ógvuliga týdningarmikið, at hesi hagtøl gerast fastur partur av hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni.

Fleiri Áskoðanir